Tíðindi - 16. desember 2025

Hátíðarhald hjá Tórshavnar havn

Felags

Fríggjadagin vóru Arnbjørn Kristiansen og Niels Kári Samuelsen heiðraðir fyri at hava verið í starvi hjá Tórshavnar havn í ávikavist 25 og 20 ár.

Elsa Berg, borgarstjóri, handaði gávu og segði nøkur orð.

"Góði Arnbjørn

Tann fyrsta dagin í nýggju øldini – 1. januar í 2001 – bleivst tú settur í starv sum verkfrøðingur hjá Tórshavnar Havn, og nú, 25 ár seinni, fert tú frá aftur.

2001 var árið, tá Tórshavnar og Kollafjarðar kommunur løgdu saman, og áðrenn tú kom til Tórshavnar havn, hevði tú eisini starvast í Kollafjarðar kommunu í 6 ár sum kommunuskrivari.

Nógv er hent hjá Tórshavnar Havn hesi 25 árini, tú hevur verið her, og tú hevur sæð nógvar av broytingunum frá fremstu røð.

Tú fekk akkurát um endan á útbyggingini, sum bleiv kallað “Nyhavnin”, síðst í 90’unum, tú hevur staðið fyri byggingini av havnalagnum á Oyrareingjum, útbygging av havnalagnum á Sundi, og ikki minst, so hevur tú staðið fyri fyrireikingini av Skansabryggjuni frá byrjan í 2014-2015, og til seinasta punktum varð sett við árslok í 2024.

Tú kennir alt til havnaútbyggingar og til raksturin av havna- og bryggjuøkjunum, men tú er eisini sum eitt leksikon, tí tú veit meir enn tey flestu um bátahyljar og um leiðingar so sum el, vatn og kloakkir, og tú er ein av hesum, sum onnur venda sær til við spurningum um alt møguligt – ein av hesum, sum øll arbeiðspláss hava brúk fyri at hava.

Eisini tí verður tað ein missur hjá arbeiðsplássinum, at tú nú fer í gongd við eitt nýtt kapittul sum pensjónistur. Tí er tað eisini at fegnast um, at tú hevur játtað at hjálpa í eina tíð afturat, so at tann umfatandi vitan tú hevur, ikki bara fer fyri einki.

Sum eg havi skilt, fert tú heldur ikki at sita og keða teg í pensjonista-tilveruni.

Tú er familjukærur sum fáur og hevur 6 abbabørn. Tú málar og tú rennur, og tú er góður at heita á hjá børnunum, sum byggja ella umbyggja hús. Og so ert tú eisini organistur í Kollafjarðar kirkju. So har verður nokk at tríva í.

Eg skal vegna Tórshavnar kommunu ynskja tær til lukku og samstundis takka fyri tey 25 árini, tú hevur verið partur av Tórshavnar Havn, og ynskja tær alt tað besta framyvir.

Samstundis vil eg eisini nýta hetta høvið til at ynskja Niels Kára Samuelsen, sum hevur havt 20 ára starvsdag hjá Tórshavnar Havn, hjartaliga til lukku við starvsdegnum.

Niels Kári hevur, mær vitandi, ongar ætlanir um at gevast enn, og tað gleðast vit sjálvandi eisini um.

Bæði Arnbjørn og Niels Kári eru góð dømi um starvsfólk, sum eru trúføst móti sínum arbeiðsplássi, og vit kunnu sum kommuna bara fegnast um at hava tílík starvsfólk, bæði hjá Tórshavnar Havn og aðrastaðni í kommununi.

Takk fyri."