Tíðindi - 30. september 2026

Hátíðarhald nú húsarhaldsrusk verður heintað við el-bilum

El Rusk Bilur. KOB Eigur Mynd.

Í dag kl. 14 verður alment hátíðarhald á Kommunalu Brennistøðini á Hjalla í sambandi við, at Landleiðin byrjar at heinta húsarhaldsrusk við nýggjum el-bilum 1. oktober.

Tiltakið er inni í fyrisitingarbygninginum hjá Kommunalu Brennistøðini.

Skrá: 

  • Marius Müller, umhvørvisleiðari, bjóðar vælkomin
  • Kaffi og køka verður at fáa
  • Elsa Berg, borgarstjóri, og Kristianna W. Poulsen, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini halda røðu
  • Síðan verður myndatøka uttanfyri, har nakrir innsavningarbilar koma at standa