Lurta
Tíðindi - 19. mars 2024

Havnarmenn við stóra H á kunningarfundi

Havnarmenn. Við stóra H. Tað eru nakrir eftir av slagnum. Og nakrir av hesum hava tikið seg saman í bólk, har teir hittast regluliga. Á dagsskránni er altíð tað, sum gongur fyri seg í Havnini av stórum og smáum. 

Hetta eru menn, sum elska Havnina, sum ikki leggja fingrarnar ímillum og altíð siga sína erligu meining. Og teir fylgja øgiliga væl við. Og tí halda teir sjálvir, at eitt nú borgarstjórin hevur gott av at vita, hvat teir halda og meina.

Tað hendir seg, at hesir hitta borgarstjóran. Tað er oftast, tá teir vilja hava neyvar frágreiðingar um íløgur og framtíðarætlanir annars. Og eina tílíka frágreiðing fingu teir í gjár, tá teir vóru til morgunmatar hjá borgarstjóranum, og borgarstjórin gjøgnumgekk íløgurnar og framtíðarætlaninar hjá býráðnum.