Lurta
Tíðindi - 29. september 2022

Havnin fær nýggja skeltisreglugerð

Fyri vinnurekandi er skelting ein sera týdningarmikil partur av teirra virksemi. Skeltið er fyrsta ávirkanin, kundin fær av virkseminum. Skeltið er andlitið úteftir og skal verða sjónligt umframt senda góð signal, soleiðis at tað dregur kundar til.

Skelting er tó meiri enn andlitið úteftir hjá virkseminum. Skeltini eru eisini ein eyðsýndur partur av tí samlaðu heildarfatanini av býarmyndini. Tórshavnar kommuna, saman vit teimum vinnurekandi, hava ábyrgd av at laga skeltingina til eina størri heild, t.d. til miðbýin og bústaðarøkini í kommununi, soleiðis at vit kunnu fáa eina kommunu, har trivnaður, kunning, og tey býarskipanarligu virðini kunnu ganga hond í hond.

Fyri at náa hesum málið er ein skeltisreglugerð orðað. Umframt at stuðla marknaðarføringingini hjá vinnuni, og samstundis verja heildarfatanina av býarmyndini, skal reglugerðin leiðbeina umsøkjara, umframt skipa og lætta um umsitingararbeiðið í Tórshavnar kommunu.

Ein slík skeltisreglugerð er ikki statisk, men kann blívur lagað til, um umstøður í kommununi ella ásetingar í byggisamtyktini verða broyttar. Fyri at gera reglugerðina bindandi og fyri at Tórshavnar kommuna skal kunna handhevja innihaldið, eru ásetingarnar um skelting rótfestar í almennu byggisamtyktini, ið síðani vísir til sjálva skeltisreglugerðina.

Eitt kort verður knýtt til reglugerðina, soleiðis at umsøkjarin á ein smidligan hátt lætt kann síggja, hvørjar ásetingar eru á teimum einstøku økjunum í kommununi.

Tá allar nevndir og býráðið hava samtykt skeltisreglugerðina, verður uppskotið um ásetingarnar um skelting í byggisamtyktini lagt til almenna hoyring í 6 vikur. Um ongar viðmerkingar eru frá almenninginum, verður uppskotið til broyting av byggisamtyktini sent til góðkenningar hjá landsmyndugleikanum. Um landsmyndugleikin góðkennir uppskotið, verður skeltisreglugerðin eitt bindandi skjal, heimilað í byggisamtyktini.

Málið kemur fyri á býráðsfundi í dag.