Heildarætlanin fyri eystara havnaøki varð einmælt samtykt
- Málið er nú einmælt avgreitt frá okkara síðu, og viðvíkjandi Tjóðpallinum er tað nú upp til mentamálaráðharran at fáa undirtøku í løgtinginum fyri at útvega fígging til og at prosjektera tjóðpallin, segði ein vælnøgdur Heðin Mortensen, borgarstjóri, eftir at býráðið í gjárkvøldið einmælt samtykti heildarætlanina fyri eystara havnaøki.
Uppskotið til heildarætlan av Eystara havnarøki er ein lýsing av framtíðarætlanum fyri økið.
Uppskotið lýsir, hvussu ferðsla, parkering og avgreiðsla av ferðafólki verður skipað, tá útbyggingin av havnarlagnum verður liðug, soleiðis at tann vaksandi ferðingin og flutningurin kann virka undir tryggum kørmum.
Býarskipanardeildin hevur saman við teknisku deild, verið í eini tilgongd at gera eina heildarætlan fyri Eystara Havnaøki hvussu økispartarnir best kunnu gagnnýtast og framtíðartryggjast býarskipanarliga í mun til komandi virksemi og menning í økinum tey næstu mongu árini.
Skipað varð í hesum sambandi fyri eini hugskotskapping, har 8 arkitektasamtøk gjørdu hvør sítt uppskot uppá eina heildarætlan fyri økið. Sum grundarlag undir kappingini varð ein kravfesting gjørd við støði í teimum bindingum, sum eru í økinum, og við atliti til tey ynski, sum áhugabólkar og brúkarar í økinum hava. Harumframt varð tilfarið eisini evnað við tí í hyggju, at nágreina, hvar eitt Tjóðleikhús kundi verið staðsett í økinum.
Uppskotini vórðu innlatin 8. nov 2021, og vórðu tey eftirfylgjandi viðgjørd í einum fakligum arbeiðsbólki, ið tók støðu til, hvussu ein endalig heildarætlan fyri Eystara Havnaøki skuldi skipast úr teimum best eydnaðu lutunum úr kappingini.
Við støði í innkomnu ráðgevarauppskotunum hevur Býarskipanardeildin gjørt eina heildarætlan fyri Eystara Havnaøki, har stóru strokini eru, at økispartur 1, ið er innasta og mest søguligi parturin, verður best gagnnýttur og virðiligast handfarin, um hann verður inntikin til fólksligt miðbýarvirksemi, sett av til mentan, ferðavinnu og smávinnuligt virksemi, bryggjutorg og útbygdari smábátahavn við nýggjari atløgubryggju til størri stuttleikafør við Bursatanga.
Hetta verður sostatt eitt livandi mentanarumhvørvi, ið knýtir bæði Skansan og Tinganes upp í miðbýin, samstundis, sum tað leggur lunnar undir, at her verður bygt til alment mentanarvirksemi, ið tænir tignarliga økinum heiður, og samstundis hevur virðing fyri tí søguliga smáneystaumhvørvinum, sum einaferð setti sín dám á Eystaru vág, áðrenn økið varð umlagt til ídnað og samferðslu.
Økispartur 2, millum Farstøðina og Havnarskrivstovuna varðveitir sína funktión sum samferðsludepil, men verður mentur munandi og endurskipaður í mun til ferðslurensl og virksemi.
Avgjørt er, at byggja nýggj pakkhús og farstøð á økinum uttan fyri havnarskrivstovuna. Kjarnuvirksemið hjá havnini og skipafeløgunum er at hava pláss til at avgreiða ferðafólk og frakt. Samfelagið er í støðugum vøkstri, tí er umráðandi at skipafeløgini, hava arbeiðsumstøður og pláss at fylgja við hesum vøkstrinum.
Av tí at tað tekur fleiri ár at víðka havnarlagið, er neyðugt at økið millum havnarskrivstovuna og farstøðina framhaldandi verður ein partur av virkseminum hjá skipafeløgunum.
Økið millum havnarskrivstovuna og Bursatanga er umleið 23.000 m2. Tilmælið frá havnameistaranum var tí, at økið millum havnarskrivstovuna og verandi ferðafólkaterminal framhaldandi verður partur av uttanlandssiglingini, og at økið frá verandi farstøð ikki verður lagt av til miðbýarvirksemi, fyrrenn Smyril verður tikin úr sigling.
Ein nýggj skipan av økinum leggur upp til, at verandi funktiónir fáa neyðugt rásarúm til at virka og røkja sítt virksemi á ein tryggan hátt, og at leysgivnu fermetrarnir í økinum verða gagnnýttir á skilabesta hátt, hvat býarskipan og miðbýarmenning viðvíkur. Her verður serstakliga hugsað um søguliga virðið í økinum, har býareyðkenni sum Tinganes, Skansin og Kongabrúgvin er ein partur av nærumhvørvinum.
Býarskipanardeildin hevur verið í eini tilgongd at skipa eina heildarætlan fyri økið, har samskift hevur verið við uttanveltaðar ráðgevar og áhugabólkar i økinum. Heildarætlanin deilir umtalaða økið í fýra økispartar:
- Økispartur 1, ið er økið við ósan á Havnará og nakað út á Kongabrúgv (umleið 1300 m2).
- Økispartur 2 er innara bryggjuøkið frá Kongabrúnni og út til verandi farstøð. (umleið 17.000 m2)
- Økispartur 3 er miðøkið við verandi farstøð og atknýttum bussstøðubásum, tolli og parkering. (umleið 7600 m2)
- Økispartur 4 er ytra bryggjuøkið frá verandi farstøð og út til ídnaðarmolan. (umleið 7000 m2).
- Uttan fyri økispart 4 er Schengen- og ídnaðarøki (umleið 157.000 m2)
Heildarætlanin er skipað so, at økispartur 1 og 2 verður umskipaður til miðbýarkent virksemi við smáhandlum, kafé/matstovum, og ymiskt til ferðavinnuligt endamál. Her verður bryggjutorg við bátadrátti og broyttum bryggjukanti, ið er ætlaður fólki til gongu, umframt at smærri skip kunnu liggja her. Smábátahavnin verður eisini útbygd til at taka fleiri bátapláss.
Nólsoyarferjan kemur framhaldandi at hava atløgu í økinum, og her verður nýggj ferðamiðstøð bygd, við nýggjum bussstøðuplássum til bæði bygdaleiðir og býarbuss. Her verður lutfalsliga lág bygging í 1-3 hæddum.
Økispartur 3 verður avsettur til alment mentanarligt endamál, so sum leikhús og almenna parkering. Her verður ein nýggj og størri rundkoyring gjørd, við einum eyka ferðsluarmi, ið verður leiddur beint oman á bryggjuna. Her verður hægri bygging loyvd í upp til 5 hæddum, og undantak kann í serligum føri verða givið upp til 20 m til eitt nú leikhústorn.
Økispartur 4 verður skipaður, lutvíst sum sokallað buffara-øki til uttanlandasiglingina og atløgubryggjuni hjá Norrønu/SmyrilLine. Og lutvíst sum almenn parkering á Eystaru bryggju annars. Vegurin frá rundkoyringini og út á ídnaðarøkið verður eisini breiðkaður við eini eyka frákoyringarbreyt til tunga ferðslu niðan um Skansan.
Her kann byggjast í upp til 5 hæddum, treytað av at ikki verður bygt upp um hæddina á hamaranum á Skansanum, ið er 16 m høgur í lutfalli til bryggjukantin.
Í øki 3 og 4 eru líkindini góð fyri at ymsar funktiónir umskara, ella yvirlappa hvørja aðra. Til dømis er hugsandi at buffarastøðubásar til ferjulegurnar partvís kunnu nýtast sum almenn parkering um kvøldarnar, tá tiltøk eru á skránni í økinum. Eisini er hugsandi at parkeringsdekk kann byggjast, um tørvurin og trýstið á hetta økið fer at vaksa.
Á býráðsfundi í gjárkvøldið varð so mælt til, Heildarætlanin fyri Eystara Havnaøki, sum lýst í bóklingi um heildarætlanina og atknýtta tekningstilfarið, verður eitt vegleiðandi amboð fyri hvussu økið skal mennast og skipast í framtíðini
Samtyktin umfataði eisini, at økið, sum er avmerkt á flatmyndini “Uppskot um byggiøki” áljóðandi 4.000 m2, verður avsett til byggiøki hjá Mentamálaráðnum til nýggjan Tjóðpall.
Alt málið varð einmælt samtykt.
