Lurta
Tíðindi - 23. juni 2023

Heilsan frá høvuðsstaðnum til prógvhandan á Fróðskaparsetrinum

Prógvhandan Í NLH 23.6.23 Heðin Síðan
Prógvhandan Í NLH 23.6.23 Fólk Prógvhandan Í NLH 23.6.23 Heðin Prógvhandan Í NLH 23.6.23 Lesandi
1 / 4

Fróðskaparsetur Føroya heitti herfyri á borgarstjóran um at halda røðu fyri teimum, sum hava staðið føroyskt universitetsprógv farna lestrarárið. Heðin Mortensen takkaði fyri heiðurin og fyrrapartin í dag bar hann fram røðu á hátíðarløtuni í Norðurlandahúsinum tá metnógv fólk fingu prógv frá Fróðskaparsetrinum.

Røðan kann lesast her.

Góðu tit øll

Tað er hugnaligt at vera saman við tykkum øllum til hesa hátíðarløtu í dag.

Nú er hægsta summartíð, og býurin allur er á tremur við glaðum ungdómi og fróðum vaksnum, sum nú hava staðið sína útbúgving.

Tað er mær tí ein stórur heiður at kunna siga nøkur orð, nú Fróðskaparsetrið skipar fyri prógvhandan fyri øllum teimum, sum hava staðið føroyskt universitetsprógv farna lestrarárið.

Tað er av sonnum gleðiligt at síggja, hvussu mong nú velja at taka hægri lestur á Fróðskaparsetrinum, og at tað støðugt legst aftrat við nýggjum universitetsútbúgvingum.

Og sum eg skilji, so er tað metstórt tal av prógvum, sum Fróðskaparsetrið útskrivar í ár.

Í hesum draga Fróðskaparsetrið og Tórshavnar kommuna somu línu. Í visjón síni fyri vøkstri, menning og trivnaði hevur býráðið sett tey lesandi og føroyska universitetið í miðdepilin.

Tórshavn skal ikki bara vera ein vanligur útbúgvingarbýur, men hevur sett sær størri mál vegna landið alt. Málið er, at Tórshavn verður ein virkin og livandi altjóða universitets- og granskingarbýur.

Fyrimyndir um tað eru fleiri í Norðurlondum, har universitetið dregur til sín ungdóm, granskarar, ráðstevnur, innovatión og nýggjar fyritøkur. Hetta er aftur grundarlag fyri vaksandi virksemi, sterkari búskapi og fjølbroyttum trivnaði í høvuðsstaðnum og landinum øllum.

Kommunan er eisini virkin partur at skapa lestrarbústaðir, sum er týðandi partur av einum universitetsumhvørvi. Finsen er dømi um tað, men vit kundu hugsað okkum uppaftur fleiri lestrarbýli eisini í kampus ella setursbýnum, sum tað eisini verður rópt.

Eg frøist tí eisini um, at kampusætlanin nú loksins av álvara kann koma í gongd. Kommunan og landið hava nú býtt um bygningar í Hoydølum og á Frælsinum, so at Fróðskaparsetrið kann savna alt sítt virksemi á Debesartrøð, á Frælsinum og har um leiðir.

Hetta hevur verið ein drúgv tilgongd, men nú er brostið fyri nev. Og dømi um tað vóru tey seks sera spennandi arkitekta-uppskotini, sum vórðu løgd fram í Kongshøll í gjár um nýggjan felagsbygning til Fróðskaparsetrið.

Hetta er fyrsta veruliga stigið í stóru kampusætlanini, og sum fer at broyta býarmyndina til tað betra bæði viðvíkjandi arkitekturi, universitetsumhvørvinum so at siga mitt í býnum og trivnaði.

Vinnarauppskotið boðar í øllum førum frá góðum, og eg kann lova, at kommunan fer at gera sítt til, at tilgongdin um eitt ordiligt kampus á altjóða støði kemur trygt fram á leið.

Vit skulu sjálvandi eisini hava landsins myndugleikar við, so at játtað verður neyðuga fíggingin. Hetta er ikki bert ein íløga í universitetsútbúgving, men er íløgur í okkara unga fólk, sum skal bera og menna samfelagið frameftir.

Tit eru framtíðin, og tað tað eru tit, sum skulu menna hetta landið.

Góðu tit øll, sum í dag fáa prógv uppá tykkara universitetsútbúgving – fyrst av øllum vil eg takka tykkum fyri, at tit hava valt at taka tykkara útbúgving á Fróðskaparsetrinum.

Hetta er eitt herðaklapp til Fróðskaparsetrið, til Havnarbý og til landið, at vit eru kappingarfør um hægri útbúgvingar.

Tað merkir ikki, at tit ikki skulu royna flog í útlondum, hvørt tað er til framhaldandi akademiska leið ella til viðkomandi starv. Sjálvandi skulu tit tað, um hugur er til tað.

Men sum liður í okkara egnu menning her heima hevur tað týdning, at vit megna at skapa góðar starvsligar umstøður til øll við hægri útbúgving.

Tað er eingin loyna, at á vælferðarøkjunum hevur samfelagið stóran tørv á starvsfólkum. Tað er sannur gravgangur eftir sjúkrarøktarfrøðingum og námsfrøðingum, sum tí hava lætt við at fáa eitt viðkomandi starv, tí tørvurin á hesum førleikum er sera stórur ikki bert nú, men í fleiri áratíggjur fram.

Vit skulu nú í felag tosa tykkara útbúgving og størv upp, tí vit hava ongantíð meira enn nú brúk fyri tykkum øll, so vit kunnu menna og gagna okkara samfelag.

Men tað eru eisini akademiskar útbúgvingar, har arbeiðsmarknaðurin kann kennast heldur stirvin, og har tað kann verða trupult at fáa dreymastarvið, í øllum førum beinanvegin. Lat okkum lata upp fyri hesum.

Hóast at føroyska samfelagið er skipað við teimum somu funktiónum, sum stór lond eisini hava, so eru størvini lutfalsliga fá afturímóti og nógv kunnu vera um boðið.

Her vísir tað seg sera ofta, at ein hægri útbúgving letur hurðar upp til fleiri viðkomandi størv, sum man av fyrstan tíð als ikki hevði roknað við. Samfelagið er eisini í stórari broyting, har eitt nú talgildingin og vinnulívið, sum gerst alsamt meira fjøltáttað, ger stóran mun.

Talið av Ph.d.-arum er eisini vaksandi. Hetta er eisini ein sera positiv gongd, har vit spesialisera okkum alsamt meir og tað innanfyri alskyns fakøki.

Vit skulu vera errin av, at føroysk universitets-gransking er á hægsta altjóða stigi, og á tann hátt knýtir mong sambond út í heim.

Góðu tit øll – um eina løtu fara tit á fáa prógv tykkara um loknan lestur. Njótið hesa løtuna, tí hon er tykkara.

Farnir eru nógvir tímar, dagar og nætur við at lesa, skriva og gera framløgur. Próvtøkurnar hava verið fleiri gjøgnum ymsu semestrini. Øll hava tit nú staðið útbúgvingina.

Men alt hevur ikki verið tað bera strev. Sum lesandi hava tit eisini fingið ein sosialan felagsskap til gaman og gleim. Og við pakkanum fylgir tá eitt upplagt netverk, sum tit kunnu trekkja uppá fakliga og sosialt, og halda við líka, sum árini líða.

Eg vil við hesum ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku við próvnum. Eg vil eisini ynskja Fróðskaparsetrinum til lukku við teirri skipaðu menning, sum Fróðskaparsetrið hevur framt síðstu árini, og spennandi verður at fylgja menningini næstu árini. Eg skal tí eisini takka fyri góða samstarvið, sum er millum Fróðskaparsetrið og Tórshavnar kommunu.

Góðu tit øll

Enn einaferð, hjartaliga til lukku við próvnum, øll somul og gott summar.

Njótið nú dagin og tíðina, sum kemur og alt tað besta.

Takk fyri.

HM