Tíðindi - 19. mars 2026

Heita á landsstýrið um ein 1. flokk afturat í Skt. Frans skúla

Sankta Frans Skúli

Tórshavnar býráð hevur í kvøld einmælt samtykt at senda landsstýrinum eina almenna áheitan um at fáa ein 1. flokk afturat í Sankta Frans skúla komandi skúlaár.

Kommunan hevur fyrr heitt á barna- og undirvísingarmálaráðið um at fáa tvey spor afturat til 1. flokk komandi skúlaár. Kommunan fekk játtað eitt spor afturat, sum verður í skúlanum á Fløtum, men tað nøktar ikki allan tørvin.

Í kvøld hevur Tórshavnar býráð so samtykt við 13 atkvøðum fyri og ongari ímóti at heita á landsstýrið um at fáa tveir 1. flokkar í Sankta Frans skúla komandi skúlaár.

Hetta ávirkar ikki avgerðina um, at ein eyka flokkur eisini verður í skúlanum á Fløtum.