Tíðindi - 28. mai 2025

Hepnu vinnararnar av ruddingardøgunum eru funnir

84A1644 (2) (1)

Tórshavnar kommuna takkar øllum, sum hava luttikið í ruddingardøgunum í Umhvørvisvikuni, og hava sent okkum myndir til lutakastið um tvey gávukort á 6000 krónur. Heili 77 bólkar vóru meldaðir til ruddingardagarnar, sum taldi 4000 borgarar kring alla kommununa. Samlaða nøgdin av ruski var umleið 34 tons.Vinnararnir gjørdust: Eigarafelagið Jørundar / Torkilsgøta í Hoyvík og 8. flokkarnir í Eysturskúlanum.

Tórshavnar kommuna ynskir vinnarunum hjartaliga til lukku.