Lurta
Tíðindi - 16. september 2022

Hestleiðin nú og í framtíðini - áheitan á fíggjarmálaráðharran

Hestfólk hava somu rættindi sum aðrir føroyingar, og flutningsskyldan hjá Strandferðsluni fevnir eisini um hestfólk. Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, hevur enn einaferð heitt á fíggjarmálaráðharran, sum varar av samferðslumálum, um at koma við eini fráboðan um, hvørjar ætlanir hann hevur við Hestleiðini.

Borgarstjórin sigur seg samstundis vilja rætta út eina hond út til landsstýrismannin soleiðis, at Hestfólk, kommunan og landið í felag finna eina loysa, sum øll kunnu liva við.

Skrivið varð handað nú í morgun. Til steðar vóru eisini umboð fyri Teistanevndina.

Í skrivinum verður ført fram, at gjøgnum ár og dagar hava skiftandi landsstýrisfólk, tingfólk og kommunalpolitikarar, víst á týdningin av, at vit varðveita útoyggjarnar. Útoyggjaálitið frá 2001 verður ofta tikið fram og við jøvnum millumbilum minnir Útoyggjafelagið á, at ein av fyritreytunum er eitt trygt og støðugt ferðasamband.

Í nýggjastu samferðsluætlanini 2018-2030 hjá landinum verður spurningurin um smáplássini eisini umrøddur:  “Ein viðkomandi spurningur er, hvørjar Føroyar, føroyingar ynskja sær. Einar miðsavnaðar Føroyar, har smáplássini falla, ella varðveitslu av lívinum á smærru plássunum, hóast umstøðurnar har eru truplar, tí upprunaligu Føroyar skulu varðveitast? Eingin ivi er um, at upprunaligu Føroyar ikki skulu hvørva, hóast samfelagið er í støðugari menning.”

Hesum taka allir føroyingar helst undir við. Eisini borgarstjórin í Tórshavnar kommunu.

Longri er tó ímillum átøkini, sum er neyðug at fremja, skal lív verða lagað á hesum oyggjum.

Ein grundleggjandi fyritreyt er gott ferðasamband.

- Tað er ikki nøkur einføld uppgáva við verandi ferjuflota og fíggjarkarmi hjá Strandferðsluni. Tað kenni eg alt til frá tíðini, eg sjálvur sat sum landsstýrismaður, og valdi at seta Spógvan og Jósup inn fyri at bøta um ferðasambandið út í Hest, sigur Heðin Mortensen, sum leggur aftrat, at hendan áheitan snýr seg bert um Hestleiðina. Tað merkir ikki, at ferðasambandið til Nólsoynna og Koltur er gloymt. Málið er sjálvsagt, at nøktandi ferðasamband verður til allar oyggjarnar í Tórshavnar kommunu.

Borgarstjórin hevur í fleiri førum heitt á landsstýrisfólk við ábyrgd av rutunum millum oyggjar í Føroyum, um at betra um ferðasambandið og at finna eina loysn á Hestleiðini, áðrenn Sandoyartunnilin letur upp. Tíðliga í vár tók hann saman við Hestfólki stig til ein fund við fíggjarmálaráðharran Una Rasmussen.

- Fundurin var tann 17. mars, har undirritaði sjálvur, Hestnevndin, umboð fyri umsitingina í Tórshavnar kommunu og Tórshavnar Havn, og landsstýrismaðurin við embætisfólkum úr Fíggjarmálaráðnum, umboð fyri Landsverk, Strandferðsluna og Teistanevndina sótu um sama borð og umrøddu Hestleiðina.

- Endamálið var at varpa ljós á avbjóðingarnar við Hestleiðini, og hvørji atlit eiga at takast, nú loysnir skulu finnast á Hestleiðini, tá Sandoyartunnilin verður tikin í nýtslu síðst í 2023.

Harumframt vildi eg vísa, at Tórshavnar kommuna ynskir at finna loysnir á Hestleiðini, sum øll kunnu liva við.

- Landsstýrismaðurin lurtaði eftir sjónarmiðunum og varð kunnaður um, at hann fór at fáa eitt skriv, ið lýsir sjónarmiðini og tørvin hjá hestfólki á ferðasambandi nú, og tá koyrandi verður millum meginøkið og Sandoynna.

- Umboð fyri Hestfólk hava sent skriv við sjónarmiðunum hjá Hestfólki. Í tí skrivinum verður víst á, at avbjóðingar eru, og hvørji atlit skulu takast, tá avgerð skal takast um Hestleiðina nú og longri fram í tíðina.

Síðan er ein gjøgnumgongd av málinum um sambandið úti í Hest, har borgarstjórin m.a. kemur inn á fíggjarliga partin.

- Um vit skulu taka “pengabrillurnar” uppá, so loysir tað seg als ikki at hava ferðasamband út í Hest. So langt frá. Tað kemur helst heldur ongantíð at loysa seg fíggjarliga. Eg havi ilt við at ímynda mær, at nøkur privat fyritøka fer at bjóða seg fram at reka farleiðina, um ikki stuðul av einum øðrum slagi fylgir við.

- Skulu vit varðveita lív í Hesti, má okkurt gerast við ferðasambandið, og tíðin er við at ganga undan, um ferðasamband skal vera, tá Sandoyartunnilin verður tikin í nýtslu. Eg vil nýta høvið til at vísa á, at hestfólk hava somu rættindi sum aðrir føroyingar, og at flutningsskyldan hjá Strandferðsluni eisini fevnir um hestfólk.

Tí mælir borgarstjórin til, at ferðaætlanin hjá Teistanum verður broytt soleiðis, at 5 túrar verða dagliga, og at tilkallast kann 30 min. frammanundan. Tað er eisini sera umráðandi, at ein hóskandi ferja kemur at røkja siglingina, tá Sandoyartunnilin letur upp. Ivasamt er, um Erla Kongsdóttir er rætta skipið.

- Eg taki undir við sjónarmiðinum hjá Hestfólki, sum í skrivinum vísa á, at tey ikki duga at síggja, at eitt skip sum Erla Kongsdóttir nøktar tørvin á hestleiðini í framtíðini, og tey ivast eisini í, um ferjan megnar at flyta størri bilar sum t.d. olju – og ruskbilar. Strandferðslan hevur sett Erlu Kongsdóttir at røkja Kalsoyarleiðina, og bilar verða ikki tiknir við um Kalsoyarfjørð.

- Tí er besta loysnin helst, at Teistin framhaldandi røkir Hestleiðina, til ein meira hóskandi ferja er útvegað. Eg vil so staðiliga mæla frá at selja Teistan, áðrenn ein onnur nøktandi loysn funnin til  Hestleiðina.

- Eg eri samdur við sjónarmiðinum hjá hestfólki um, at tað er ov snævurt einans at síggja Hestleiðina fyri tey, sum eru fastbúgvandi í Hesti. Skulu vit gera okkum vónir um, at fleiri fólk skulu búseta seg í Hesti, mugu vit eisini skapa karmar fyri, at fólk, sum hava tilknýti til oynna, hava møguleika til at búleikast so nógv sum til ber í oynni. Hestleiðin skal skipast soleiðis, at hædd eisini verður tikin fyri teim nógvu fólkunum, sum hava tilknýti til Hest, og  javnan vitja í Hesti.

- Hesi fólk eru við til at halda lív í oynni, og traðka til, tá fjøllini verða gingin, lembingin er fyri og tá seyðurin skal slaktast. Tað eru eisini hesi fólkini, sum eru við til at halda hagarnar og tryggja, at hegn o.a. er í lagi. Harumframt eru tað eisini hesi fólkini, sum skipa fyri trivnaðartiltøkum, sum eru fyri bæði tey fastbúgvandi og  vitjandi.

Komið verður síðan inn á ferðavinnupolitikkin fyri Tórshavnar kommunu, “Fólk og ferðavinna – lið um lið” sum m.a. vísir á, at ferðavinnan verður mett at vera ein týðandi katalysator fyri at menna og nútímansgera samfeløg. Hetta síggja vit longu í Havn, og ætlanin er, at oyggjarnar og bygdirnar skulu fáa størri ágóða av ferðavinnuni í framtíðini.

- Kommunan hevur sett upp almenn vesi og skjól í Hesti, har ferðandi kunnu fáa skjól fyri veðri og vindi, og útstykkingin av summarhúsøkinum er ígongd. Um túratalið verður økt og møguleiki eisini verður fyri at brúka tyrluna, ivist eg onga løtu í, at alsamt fleiri ferðafólk fara at taka av teimum tilboðum, sum longu eru, og at hestfólk og fólk við tilknýti til Hest fáa møguleikar at skapa fleiri ferðavinnutilboð í oynni.

- Í mun til varandi loysnir á Hestleiðini, so eri eg enn sannførdur um, at Hestoyggin skal knýtast uppí Sandoyartunnilin. Hetta er uttan iva tann besta og bíligasta loysnin, tá samanum kemur. Hetta er tó ein loysn sum helst liggur nokk so nógv ár frammi, men tað er umráðandi, at vit ikki gloyma henda møguleika og kanna, um um hetta ber til.

- Aðrar oyggjar í landinum hava eisini tyrluflutning, sum er eitt gott ískoyti til ferjusambandið, og sum hevur til endamáls at varðveita bústaðar- og vinnuøki á útoyggjunum.

Hesin møguleiki er ikki í Hesti, tí ongin tyrlupallur er í oynni. Eg haldi, at tyrlusamband eigur at vera partur av eini samferðsluætlan fyri Hest, tí tyrluflutningur kann gera stóran mun, bæði í mun til ferðafólkaflutning, og ikki minst, tá vørur og tilfar til landbúnaðarvirksemi skal fáast til oynna.

Kommunan hevur gjørt stórar íløgur í ferjuleguna í Hesti. Ferjulegan er vælegnað til Teistan og onnur størri skip. Skal ein minni ferja setast inn, mugu tillagingar helst gerast á ferjuleguna. Hetta er ein kommunal uppgáva, og ikki ein uppgáva, sum kann loysast eftir einum degi. Tað krevur eitt ávíst fyrireikingararbeiði, tí atlit mugu takast til skipið, sum skal sigla, og viðurskiftini við fjøru og flóð, sum hestfólk eisini vísa á. Talan er um eina íløgu, sum skal játtast av býráðnum.

- Eg eri sinnaður til at gera mítt til, at hetta verður møguligt, men tað hastar at fáa eina afturmelding frá landsstýrismanninum, um hann fer at  gera eina royndarverkætlan, ella hann hevur aðrar ætlanir um, hvussu Hestleiðin verður skipað frameftir.

- Hestfólk vísa á, at tað er umráðandi, at ferjulegan ikki verður broytt so nógv, at tað ikki er møguligt hjá størri skipum at fáa lagt at í framtíðini. Hesum taki eg undir við og skal í hesum sambandi vísa á, at kommunan hevur gjørt tillagingar á ferjuleguni í Nólsoy, tá Erla Kongsdóttir varð sett í sigling um Nólsoyarfjørð, og samstundis varð ferjulegan varðveitt soleiðis, at Ternan og onnur størri skip fáa lagt at.

- Eg vil enn einaferð staðiliga heita á fíggjarmálaráðharran, um at gera sítt til, at ferðasambandið á Hestleiðini framyvir kemur at taka atlit til tey, sum eru fastbúgvandi, tey sum hava tilknýti til oynna og til ferðavinnuna í Hesti. Eisini vil eg heita á Una Rasmussen, um at lurta eftir sjónarmiðunum og ynskjunum frá hestfólki til Hestleiðina.

- Tað skal vera mín vón, at fráboðanin frá landsstýrismanninum kemur skjótt, soleiðis at farast kann ígongd við arbeiðið, sigur Heðin Mortensen m.a. í skrivinum.

Lesið alt skrivið her.pdf

Við á fundinum vóru eisini teir báðir hestmenninir í Teistanevndini, Hannis Joensen og Eyðfinnur Lenvig.