Tíðindi - 29. mai 2026

Hildebjørt Mortensen 100 ár

0F1A8842

Týsdagin varð skipað fyri lítlum hátíðarhaldi á Tjarnargarði í sambandi við, at Hildebjørt Mortensen rundaði tey 100 árini. Elsa Berg, borgarstjóri, var boðin við og helt røðu.

Her eru brot út røðuni:

"Gjøgnum eitt langt lív vita tygum, um nakar, at lívið gevur okkum góðar løtur, men eisini tungar og svárar løtur. Minnini eiga vit eftir, og tíbetur eru vit menniskju so skapt, at vit sum oftast minnast tað góða og gloyma tað ringa. Tygum hava upplivað krígstíð og friðartíð, ríkar og fátækar tíðir, tøkni sum hevur broytt gerandisdagin munandi við sjónvarpi, fartelefonum, teldum og interneti – ja ting, sum ein illa kundi ímynda sær, tá tygum vórðu fødd í 1926.

- Jú, verðin er nógv broytt, síðan tygum vóru smágenta í Kirkjubø, har tygum vuksu upp við náttúruni beint uttanfyri hurðagáttina, og í gartnarínum hjá pápa tygara trivust tygum væl millum allar blómurnar og planturnar, sum vuksu har.

- Tygum hava roynt ymisk arbeiði, til dømis á Hvíldarheiminum og seinast eisini á Frímerkjadeildini á Argjum, har tygum vóru í nógv ár og trivust sera væl. Eitt skifti arbeiddu tygum eisini á Tvøroyrar sjúkrahúsi, og har møttu tygum Dánjal Jákup, sum tygum giftust við. Saman fingu tit børnini Mortan og Fridriku, og í dag hava tygum eisini sjey ommubørn og 13 langommubørn.

Góða Hildebjørt.

Eg fari enn eina ferð at ynskja tygum hjartaliga til lukku við 100 ára føðingardegnum og ynskja tygum alt tað besta."