Lurta
Tíðindi - 19. september 2023

Hjartanemandi brúdleyp í Boysensgarði

Tað er ein long leið úr suðurkinesiska havinum til Føroya. Chloe varð einans tvey ára gomul í 1987 bjargað av føroyska skiparanum Páll Jensen, sála. Í dag varð hon vígd sínum amerikanska manni Mitchell í Boysensgarði í Havn - av vinmanni Pálls, Heðini Mortensen.

Sheena Ngoc Nguyen, kallað Chloe, var ein av teimum 212 bátsflóttafólkunum, sum føroyski skiparin, Páll Jensen, bjargaði í suðurkinesiska havinum á veg millum Vietnam og Bangkok á jomfrúferð við fraktskipinum Alice Riis í 1987, tá Chloe bara var tvey ára gomul.

- Føroyar hava eitt serligt pláss í mínum hjarta, tí hiðani kom maðurin, sum kom at broyta mítt lív fyri allar tíðir. Eg var bara tvey ára gomul tá, eg vaks upp sum vietnamesiskt flóttafólk í USA, og visti ikki um hendingina, fyrrenn eg varð vaksin.

- Mamma mín var so traumatiserað av hesum, og fekk ikki seg sjálva til at greiða mær frá um hendingina, fyrrenn eg var vaksin. Heldur ikki høvdu vit nakran sum helst kunnleika um skiparan, Páll Jensen.

- Men lagnan vildi tað øðrvísi og legði eina trongd í meg at finna henda mannin, so eg fekk greitt honum frá, hvussu takksom eg var fyri, at hann hevði bjargað mær úr neyðini.

- Eg legði út á eina ferð at finna hann fyri 7 árum síðan. Og við nógvari hjálp og hepni og vegleiðing frá almennum stovnum og maritimum søgufrøðingum, hepnaðist mær at finna rætta samanhangin, sigur Chloe, sum eisini vitjaði í Svendborg, har Alice Riis var skrásett, tíverri vóru 4 av 6 av donsku manningini á Alice Riis deyðir tá.

- Eg fekk so samband við dóttir Páll Jensen, Rannfrí Vang. Frá tí løtu broyttist mítt lív fyri altíð. Hon og hennara tóku ímóti mær við opnum ørmum og gjørdust mín føroyska familja, sigur Chloe, sum kallar Rannfrí “systir”.

- Nú Mitchell og eg fyrireikaðu at giftast, tóku vit avgerð um at verða vígd í Havn. Hetta var ikki bara tí, at vit vildu giftast í einum vøkrum umhvørvi, tað er meira tað at bera mannin inn í føvningin á míni nýfunnu familju, so vit saman eisini kunnu hátíðarhalda tað samband og tann kærleika, sum hevur broytt lív mítt fyri allar tíðir.

- Vit eru æviga takksom fyri eitt ítøkiligt minni um okkara hjúnalagslyfti á hesum heilt serliga staði, sum týðir so ómetaliga nógv fyri okkum, segði Chloe millum annað í einum brævi til borgarstjóran í Havn, Heðin Mortensen, sum vígdi tey bæði í Boysensgarði í morgun.

Tað, Chloe ikki visti frammanundan var, at Páll Jensen og Heðin Mortensen vóru barna- og ungdómsvinir. Teir búðu báðir við Glaðsheyggj, gingu í sama flokki og vórðu fermdir saman. Og teir “hingu út saman sum ungir”, sum dóttir Páll, Rannfrí, tók til.

Tað hepnaðist ikki Chloe at hitta Páll Jensen. Páll doyði longu í 2013. Men hon setti sær kortini fyri at hitta familjuna og vitjaði í tí sambandi í 2017, tá hon eisini vitjaði á grøvini hjá Pálli. Men hetta gjørdist ikki endin á søguni, tí í dag stóð hon brúður í Boysensgarði og varð vígd sínum Mitchell – av vinmanni Pálls, Heðini Mortensen, borgarstjóra.

- This is the stuff dreams - and movies - are made of, segði ein táravættur útlendskur áskoðari á bókahandilshorninum, tá fólk fóru úraftur Boysensgarði.

Chloe innskrivað í eini flóttafólkalegu í Thailandi í 1987

Chloe heilsar uppá skiparan, Páll Jensen, í 1987