Tíðindi - 18. februar 2026
Høli til leigu í Sverrisgøtu

Hølini í Sverrisgøtu 7 verða við hesum lýst til leigu frá 1. mai 2026.
- Leigumálið umfatar eini høli á 53,5 fermetrar
- Hølini eru býtt upp í eini handilshøli og eini bakhøli
- Leigumálið hevur atgongd til felags vesi
Tað verður mett, at hølini eru best hóskandi til handil og er møguleiki fyri lættari verkstaði saman við handilsvirkseminum.
Hølini eru ikki hóskandi til matstovuvirksemi.
Lýsing av virksemi
Viðkomandi umsøkjarar verða bidnir um at lýsa teirra virksemi, sum ætlandi skal verða í hølunum.
Kommunan ynskir, at talan er um útvent virksemi, og at hølini eru opin allar vanligar dagar umframt leygardag.
Meiri fæst at vita við at venda sær til stjórnarskrivstovuna, á telefon 302010.
Umsókn merkt »Leigumál í Sverrisgøtu 7« eigur at vera hjá Tórshavnar kommunu, Postsmoga 32, 110 Tórshavn, torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin 16. mars 2026.