Tíðindi - 18. januar 2023

Høllin í Kaldbak liðug á sumri 2024

Hakin settur í fyri høllina í Kaldbak 18 januar 2023_2
Hakin settur í fyri høllina í Kaldbak 18 januar 2023_3
1 / 2

Hakin varð í gjár settur í fyri nýggju høllini norðanfyri skúlan í Kaldbak. Talan er um eina 500 fermetra stóra høll, sum bæði verður brúkt til ítrótt og sum felagshús til onnur tiltøk.

Fitt av fólki var samankomið í Kaldbak, hóast nógva kavan, tá borgarstjórin Heðin Mortensen loysti fyrsta flagið. Umboð fyri kommunalu kaldbaksnevndina vóru eisini hjástødd.

Tað er byggifelagið ÁTS Spf við Kartin Vang, sum skal gera arbeiðið, sum skal verða liðugt á sumri í 2024.

Kaldbaksfólk hava verið sera spent uppá høllina, sum verður eitt savningarstað í bygdini, sum bæði skal brúkast til ítrótt og onnur tiltøk, eitt nú skal skúlin brúka høllina og hartil verður høllin brúkt sum eitt slag av bygdarhúsi.

Á felagsmyndini síggjast Annfinn Brekkstein, formaður í mentanarnevndini, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, saman við umboðunum fyri kaldbaksnevndina, Johan Mortensen, Ingi á Smið og Teitur í Sjúrðargarði.