Tíðindi - 09. desember 2025

Hondbólturin blómar

Dortmund

Seinastu tíðina hava vit øll fegnast saman við okkara hondbóltskvinnum, sum stóðu seg so framúr væl í HM-kappingini í Týsklandi.

Landsliðið hjá okkum framdi avrik í Trier og Dortmund, sum vit øll kunnu vera errin av.

Aftan á seinasta dystin í Dortmund sunnukvøldið var Elsa Berg, borgarstjóri, saman við Sáru Jógvansdóttir, borgarstjóra í Vestmanna kommunu, og heilsaði upp á landsliðið.

Tórshavnar kommuna kann eisini fegnast um, at ein stórur partur av landsliðsspælarunum hava havt sín hondbóltsuppvøkstur í feløgum í kommununi, saman við Vestmanna, sum jú er hondbóltsbygdin burturav.

Tað er gleðiligt, at hondbólturin í kommununi stendur í blóma. Heil fimm virkin hondbóltsfeløg eru í kommununi, og tað fer einki hondbóltsár framvið, har feløg úr Tórshavnar kommunu ikki gera seg galdandi millum tey allarfremstu, bæði hjá teimum vaksnu og hjá teimum yngru.

Vit takka landsliðnum fyri allar tær góðu løturnar og tey góðu avrikini í Týsklandi og gleða okkum til næstu kapping.