Lurta
Tíðindi - 30. oktober 2023

Hornorkestrið hjá Frelsunarherinum 90 ár

Í gjár helt Hornorkestrið hjá Frelsunarherinum 90 ára dag. Borgarstjórin hugleiddi um hetta at vegir, brýr og bygningar ikki í sjálvum sær skapa býin, um ikki sosial umsorgan og kærleiki til sjálvt menniskjað leggur gróðrarbotn fyri trivnaðinum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, fegnaðist um at síggja so mong kend andlit í salinum í gjár, og tað frøddi hann almikið, at stórmøtið varð hildið við hornorkestrinum í hopla, so at øll sluppu at hoyra fleiri av góðu og gomlu stríðssangunum og marsjunum. Tí einki vekir minnini sum akkurát tað.

- Eg minnist sum smádrongur og unglingi, at Frelsunarherurin altíð var mitt í okkara lítlu verð, sum ikki rakk serliga langt útum miðbýin. Vit vóru ongantíð so langt burtur, at vit ikki hoyrdu Kalla blása í trompetina. Vit spældu í túninum hjá Frelsunarherinum og tónleikur og sangur dró okkum innar á ungdómsmøti og til onnur tiltøk.

- Eg minnist eisini at hava verið við lastbili á útferðum við Frelsunarherinum - øll hesi minni eru merkt av tí lætta og sosiala, sum Frelsunarherurin umboðaði. Øll vóru glað og positiv. Gjøgnum allan uppvøksturin og alt mítt vaksna lív hevur Frelsunarherurin verið ein føst býarmynd á Ólavsøku, vanligar sunnudagar og til onnur átøk.

- Fyri meg sum smádrong var kenslan av at vera niðri í býnum til høgtíðir, stevnur og vanlig vikuskifti óloysiliga knýtt at hjáveru Frelsunarhersins. Frelsunarherurin hoyrdi til.

- Ungdómsarbeiðið, skótarnir og sálarhitin ein kendi, tá hornorkestrið í marsjtakt fyri fullum drøni kom blásandi sálmin "Breiðið krossins merki út" oman á Vaglið. Ja, tá kendi ein seg upplyftan og mann kendi seg sum part av hægri eind.

Frelsunarherurin á útferð í 1934

- “...Takið við øll ljóðføri, alt verður vígt Harranum, og út frá hesum skal ljóða undurfullur tónleikur til Guds æru.” Soleiðis stóð í málgagninum hjá Frelsunarherinum í Onglandi í 1878, stendur í bókini “Breiði Krossins Merkið út”, sum Njál skrivaði um Frelsunarherin.

- Og tað hava tit tikið til tykkara, at breiða Krossins Merkið út. Við ljóðførum og orðum stríðast tit sum ein herur fyri Guðs orði. Tað hava tit gjørt í 90 ár. Og tað hava tit gjørt væl.

- So mong okkara hava upplivað og ruddiliga staðfest, at hjá Frelsunarherinum lekur ikki millum teori og praksis, tí her eru teori og praksis so óloysiliga knýtt saman: Frelsunarherurin boðar ikki bara gleðiboðskapin, men livir hann í praksis, persónliga og sosialt.

- Frelsunarherurin hevur leitað sær íblástur frá teimum fyrstu kristnu, og heilt uttan at gera mannamun grundað alt sítt virki á, at øll menniskju eru skapt av Gudi og tí hava friðhalgað virði. Tí hava tey boðið høgum sum lágum ‘suppu, sápu og sálarbót’, sum tikið verður til.

- Frelsunarherurin sær einstaka menniskjað sum eina heild, við likamligum, sálarligum og sosialum tørvi, sum hongur saman, og tí hevur Frelsunarherurin frá byrjan javnsett kristniboðan og næstrakærleika, sum tvær síður av somu søk.

- Við hesum í huga staðfesta vit, at grundleggjandi tørvir mugu nøktast, fyri at røkka menniskjum við tí góða boðskapinum.

Tann svangi fær at eta. Tann kaldi fær hita og tann nakni verður ílatin. Tann einsami fær vinir og umsorgan. Tí svong og niðurgjørd menniskju makta illa at taka ímóti tí góða boðskapinum.

- Vit kenna tað so væl, flestu okkara hava helst persónliga kent onkran í býnum, hvørs lagna er vend 180 stig, eftir at viðkomandi hevur kent á sín egna kropp, hvussu verulig umsorgan og livandi kristindómur virkar í praksis.

- Hetta er samstundis best hugsandi lærdómur fyri okkum sum politikkarar - hetta at vegir, brýr og bygningar ikki í sjálvum sær skapa býin, um ikki sosial umsorgan og kærleiki til sjálvt menniskjað leggur gróðrarbotn fyri trivnaðinum.

- Frelsunarherurin byrjaði samstundis sítt virki móti bæði sosialum órættvísi og andaligum fátækadømi.

- Nógvastaðni gjørdist Frelsunarherurin permanenta ringa samvitskan hjá teimum ráðandi – og í roynd og veru hevði kanska tann besta gávan, vit kundu givið teimum verið, at vit politikarar tóku okkum saman, at samfelagið tók størri ábyrgd, so Frelsunarherurin hevði færri avbjóðingar at arbeiða við næsta ár.

- Í einari gamlari mentan eru 90 ár ungur aldur. Men tit hava megnað tað. Tit eru vorðin ein umráðandi partur av føroysku mentanini.

- Ja, tit eru ein so stórur partur av føroysku mentanini, at tað er ongin Ólavsøka uttan Frelsunarherin. Tí, sum tað verður sagt í einum av nýggjaru Ólavsøku-sangunum:  - “Sig mær hvat ein Ólavsøka er, uttan bum-bumme-lum frá Frelsensher.”

- Eg hoyrdi Finngerð greiða frá í útvarpinum í vikuni, at onkrar stuttligar upplivingar hava verið á Ólavsøku. Tá lagið er gott á ungum áhoyrarum koma tey uppí skrúðgonguna, og royna at leggja tykkum lag á við at trýsta á knøttarnar á ljóðførinum hjá tykkum.

- Men eisini tað taka tit við einum brosi og bjóða teimum ungu inn til ein drekkamunn.

- Eg skilji, at hóast høga aldurin, so hevur føðingardagsbarnið tað gott. 16 fólk spæla við orkestrinum, og tit eru rættuliga aktiv.

- Eg fari býráðsins og egna vegna at veita tykkum eina hjartans tøkk fyri tykkara stóra innsats á bæði sosiala og andaliga økinum.

- Víst hevur og víst fer kommunan at stuðla sosiala virksemi tykkara, men Frelsunarherurin hevur á so mangan hátt givið okkum fleirfalt aftur tað, vit hava stuðlað við. Stóra tøkk hava tit øll uppiborið fyri tað.

- Eg fari at takka tykkum fyri at seta ein serstakan dám á Havnina. Tit gleða børn og vaksin. Tit gleða havnafólk, men eisini øll onnur. Tað hava tit gjørt í 90 ár. Tit eru ein av ímynd av Havnini.

- Takk fyri tykkara tónar í 90 ár. Vit gleða okkum at hoyra meira frá tykkum. Takk fyri øll somul, og hjartaliga tillukku við degnum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.