Tíðindi - 30. januar 2026
Huldulitt í Havn komandi vikuna

Í morgin, leygardagin 31. januar, byrjar Huldulitt í Havn. Tiltakið, sum varir til 8. februar, varpar ljós á okkara sagnir og mentanararv um huldusøgur, trøll og álvar við at hava ljósinstallatiónir og tiltøk allar dagarnar.
Huldulitt byrjar við eini setan í Listasavnið Føroya leygardagin klokkan 16, og er tað Elsa Berg, borgarstjóri, sum setur Huldulitt. Síðan fer Hjálmar Dam at siga frá og Lyon Hansen at spæla nøkur løg.
Aftaná tendra ljósini í Plantasjuni, miðbýnum og gamla kirkjugarðinum, sum fólk kunnu fara út at njóta, áðrenn tey ganga sær ein túr oman í Steinatún, har FRUM fer at framføra í sambandi við avdúkingina av animeraða listaverkinum við Elinborg Lutzen.
Skráin í morgin endar um kvøldið við Silent Disco í Plantasjuni. Tiltakið byrjar klokkan 22.
Sí skrá fyri vikuna her.
Huldulitt heldur fram til leygardagin 7. februar.