Huldulitt: Myrkrið broytir okkara sansir

Leygardagin setti Elsa Berg, borgarstjóri, tiltakið Huldulitt, sum Visit Tórshavn skipar fyri.
Elsa Berg segði:
Á einum steini Úti í Klaksvík situr Elinborg Lützen so hugsanarsom. Tað hevur hon gjørt síðan 2019, tá hon sum tann fyrsta føroyska kvinnan fekk sína egnu standmynd.
Hvat man hon sita og hugsa um? Man tað vera um eitt motiv úr onkrari søgn um huldufólk til næstu barnabókina? Ella kanska um hvussu tað ber til, at hon hevur fingið eitt heilt flogfar uppkallað eftir sær?
Ella situr hon kanska bara og grunar um, hvussu væl vit í okkara nýmótans gerandisdegi duga at halda myrkrinum burtur frá hurðini?

Eins og Airbussurin hjá Atlantsflogi fekk hugflogið hjá Elinborg luft undir veingirnar, tá hon kom heim aftur til Føroyar úr Danmark eftir kríggið. Tá var ravmagnið enn ikki so útbreitt, sum tað er í dag, og tey siga jú, at “tá lekstetið kom, hvurvu trøllini og huldufólkini”.
Men tey hvurvu ongantíð úr hugaheiminum hjá Elinborg, sum serliga í sínum linoleumsmyndum og í teimum mongu barnabókunum, hon myndprýddi, gav vættrum, nykum, trøllum og huldufólkum nýtt lív.
Elinborg Lützen var hugtikin av tí gátuføra, tí huldisliga og tí yvirnatúrliga, sum kann vekja kenslur í okkum øllum.
Hava vit ikki øll sum børn onkuntíð fingið gásarhold av at hoyra um spøkilsir og yvirnatúrligar verur? Og hava vit ikki øll onkuntíð upplivað ikki at unnast so væl og ganga eitt sindur skjótari heim, tá tað er blivið myrkt?
Myrkrið broytir okkara sansir. Ferðin fer niður, ljóð koma nærri, og kvirra verður tyngri. Andadrátturin broytist, og okkurt frumborið í okkum vaknar – tí fjaldir í myrkrinum harúti lúra vandar, sum vit ikki gruna um í dagslýsi.
Hjá menniskjum hevur ljósið altíð staðið fyri tí góða og trygga, har myrkrið hevur umboðað tað ókenda, tað vandamikla og tað, vit ikki heilt skilja. Og har finna vit eisini huldufólkini, trøllini og øll hini.

Eg hevði væl tímað at sett meg undir liðini á Elinborg Lützen úti í Klaksvík og fingið eitt prát við hana um ljósið og um myrkrið, og um tað, sum liggur harímillum. Elinborg Lützen, sum í 1978 bleiv fyrsta kvinnan at fáa Heiðursgávu landsins frá løgtinginum og tvey ár seinni eisini Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs.
Og eg hevði væl tímað at gingið ein túr saman við henni í havnargøtum hesa vikuna, nú Havnin verður huldulitt.
Tað legst ein serligur dámur yvir býin hesa vikuna, nú vit fara at siga myrka vetrinum farvæl fyri hesaferð, og við teimum eisini huldufólkum og øðrum, sum trívast best í myrkri.
Trøllini síggja vit ikki á alljósum degi, og nú tað eisini gongur móti ljósari tíðum aftur, er tað ikki lætt at vera huldufólk í Føroyum.
Men tey eru partur av okkara mentanararvi. Tí sjálvt um vit sum vaksin í dag kunnu brosa, tá vit hugsa um gamla pátrúgv, so eru søgurnar um huldufólk, trøll og álvar eisini partur av okkara felags samleika.
Og tað er nakað, sum er vert at verja og goyma – í myrkum eins væl og í ljósum tíðum.
Takk fyri.
