Lurta
Tíðindi - 17. apríl 2024

Húsareynstunnilin skotin ígjøgnum

Seinnapartin varð Húsareynstunnilin skotin ígjøgnum.

Tunnilin er góðar 1800 metrar til longdar og 10,5 metrar breiður.

Á hátíðarhaldinum hildu Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Tróndur Sigurðsson, formaður í Teknisku nevnd, og Jón Sigurðsson, stjóri í Articon, røðu.

Síðani var farið á Hotel Føroyar til ein kaffimunn.