Hvíldarheimið Naina 90 ár

Mánadagin hátíðarhelt hvíldarheimið Naina í Gundadali sín 90 ára føðingardag.
Nógv fólk nýttu høvið at koma inn á gólvið, og vegna Tórshavnar kommunu segði Heðin Mortensen, varaborgarstjóri, millum annað:
“Sum ein trygg og friðarliga oasa mitt í býnum liggur hvíldarheimið her við plantasjuna og tekur ímóti teimum, sum hava tørv á hvíld og at koma fyri seg eftir strævnar og truplar umstøður á lívsleiðini. Tað hevur tað gjørt nú í 90 ár – ikki altíð mitt í býnum sum nú – men altíð sum tað sama trygga frírúmið hjá teimum, sum hava brúk fyri tí.”
“Hvíldarheimið varð upprunaliga ætlað til mammur at fáa hvíld og skáa.
Men hesi 90 árini hevur hvíldarheimið eisini víðkað sítt virksemi og lagað seg til tíðina, so tað í dag eisini tekur ímóti sjúklingum, sum leita higar at koma fyri seg eftir skurðviðgerð, tað verið seg av Landssjúkrahúsinum ella Ríkissjúkrahúsinum, og summi koma beinleiðis frá sjúklingahotellinum.
Og tey koma úr øllum landinum.
Eisini fólk, sum uppliva sorg, til dømis eftir at hava mist ein maka, koma higar at fáa linna og ugga.
Soleiðis hevur hvíldarheimið í samfull 90 ár tikið sær av teimum, sum hava brúk fyri eini hjálpandi hond, einum troystandi orði, einum lurtandi oyra ella bara at fáa frið.
Og fólk, bæði gestir og starvsfólk, hava bara gott at bera hvíldarheiminum. Øll eru góð við hvíldarheimið Nainu, og tað er veruliga nakað serstakt við hesum húsinum.
Man kennir seg altíð væl at koma á gátt her. Húsið er væl hildið, og her er altíð reint og nossligt og pent at koma inn. Og tað er heldur einki at ivast í, at fólk, sum koma her, eisini fáa tað betur av at vera her.”
“Her skal eisini ljóða ein hjartans tøkk til tykkum starvsfólk, sum taka tykkum so væl av heiminum og av teimum, sum koma her at vera. Uttan tykkara góða sinna- og hjartalag var hvíldarheimið Naina heldur ikki tað, sum tað er í dag.
Hjartaliga til lukku við 90 ára degnum.”






