Tíðindi - 31. mars 2026

Í starvi hjá kommununi í fjórðingsøld

Elsa Og Eybjørg

Týsdagin var hátíðarhald á dagstovninum við Løgmannabreyt, nú Eybjørg H. Garðshorn hevur verið í starvi hjá Tórshavnar kommunu í 25 ár.

Eybjørg byrjaði sum dagrøktari í 1999, men fór í barnsburðarfarloyvi í 2006, og síðan 2009 hevur hon arbeitt á dagstovninum við Løgmannabreyt.

Í sambandi við 25 ára starvsdagin kom Elsa Berg, borgarstjóri, inn á gólvið og segði nøkur orð og handaði síðani Eybjørg blómur og eina gávu frá kommununi.

Eisini Gunvør Jonsdóttir fekk blómutyssi, nú hon fer frá sum leiðari á dagstovninum við Løgmannabreyt.

 

Sum vera man var ein flott køka eisini sett á borðið
Gunvør Jónsdóttir fer í næstum frá sum leiðari á dagstovninum við Løgmannabreyt. Eisini hon fekk blómur frá borgarstjóranum