Lurta
Tíðindi - 23. november 2023

Íløgur í framtíðina

Heðin Mortensen 23.11.2023

- Íløgur í framtíðina er yvirskriftin fyri hesa fíggjarætlanina. Tað segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, undir aðru viðgerð av fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu fyri 2024.

Vit íløgum byggja vit bygd og bý, og tryggja vøkstur í Tórshavnar kommunu.

Men vit átaka okkum eisini ábyrgdina sum høvuðsstaður, og við íløgum byggja vit eisini land, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, millum annað í røðu sínari.

--

Her er brot úr røðuni, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt á býráðsfundinum í kvøld, tá fíggjarætlanin fyri 2024 varð endaliga samtykt.

Børn, ung og barnafamiljur skulu trívast í Tórshavnar kommunu, tí tey eru framtíðin hjá kommununi – á bygd og  í bý.

Tí fara flestu íløgur, ið verða gjørdar, at gagna børnum, ungum og barnafamiljum.

Men framrokningar vísa, at tað gerast alsamt fleiri eldri, og tí byggja vit eisini nýtt røktarheim, - so kommunan er til reiðar at lofta teimum, ið hava tørv á røkt.

Millum íløgurnar eru útbygging av dagstovninum á Hamrinum á Argjum, framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla, nýtt røktarheim, borgarahús í Kaldbak, útstykking oman fyri Argjahamar, innkoyringarvegurin, stórhøllin, langhylur og íløgur í orkupolitikk.

Fleiri av verkætlanunum verða lidnar komandi ár, millum annað langhylurin, ið fer at geva ítróttarfólkum okkara betri fyritreytir at luttaka í altjóða kappingum. Men langhylurin fer eisini at geva øllum borgarum betri umstøður til svimjing.

Stórhøllin stendur í gerð og fer at betra um møguleikarnar at fáa altjóða kappingar til Havnar. Men hon fer eisini at geva føroyskum ítrótti umstøður á altjóða støði.

Við Stórhøllini verður eisini møguligt at fáa altjóða ráðstevnur til Føroya. Tað fer at gagna ferðavinnuni og tænastuvinnuni.

Í Kaldbak fara fólk at fáa betri møguleikar at savnast til ítrótt og tiltøk, tá nýggja borgarhúsið verður tikið í nýtslu komandi ár.

Á Argjum fara vit at útbyggja dagstovnin á Hamrinum, og vit gera eisini nýggjar útstykkingar. Harvið fáa barnafamiljur betri umstøður at seta búgv á Argjum.

Bygningarnir til nýggju hádeildina á Sankta Frans Skúla eru reistir, og verða tiknir í nýtslu, tá komandi skúlaár byrjar.

Kommunan ger eisini íløgur í orkupolitikk. Øll gøtuljós verða skift til ledljós, sum brúka minni orku enn núverandi skipan. Hetta verður eisini gjørt í ítróttarhallum. Harumframt er nógv arbeiði lagt í at fáa fjarhita til fleiri brúkarar í kommununi.

Innkomuvegurin, sum eftir ætlan er liðugur í november 2024, er ein íløga, ið fer at hava nógv positivt við sær. Vit fara at fáa atgongd til fleiri útstykkingar, bæði til vinnu og bústaðir.

Sostatt verður betri møguleiki hjá ungum familjum at búseta seg í Tórshavnar kommunu. Eisini verður betri møguleiki hjá vinnulívinum at staðseta seg í kommununi.

Innkomuvegurin fer eisini at lætta um ferðsluna, tí ferðslan, sum í dag fer oman gjøgnum býin, fer at verða leidd út um býin.

Samanumtikið fara íløgurnar at bøta um viðurskiftini hjá børnum, ungum, hjá barnafamiljum eins og hjá eldri borgarum.

Fíggjarstøðan hjá kommununi er góð, og vit brynja kommununa til framtíðina, - til børn, ung, barnafamiljur og eldri.

Vit íløgum byggja vit bygd og bý, og tryggja vøkstur í Tórshavnar kommunu.

Men vit átaka okkum eisini ábyrgdina sum høvuðsstaður, og við íløgum byggja vit eisini land.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.