Lurta
Tíðindi - 28. september 2023

Inntøkur kommununar á jøvnum stigi

Í uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2024 er roknað við, at kommunuskattaprosentið og barnafrádrátturin framhaldandi verða ávikavist 19% og 9.000 krónur.

Inntøkurnar hjá kommununi hava verið á einum jøvnum stigi. Inntøkumetingin fyri 2023 sær út til at halda. Størsta inntøkukeldan hjá kommununi er kommunuskatturin. Mett verður, at hann hækkar 5,5%, sammett við fíggjarætlanina 2023.

Inntøkurnar vaksa soleiðis við 52 miljónum frá 951 miljónum til eina milliard og tríggjar miljónir.

Inntøkurnar av skatti av eftirlønarinngjøldum hækka 9,3%.

Staðfesti partafelagsskatturin fyri 2022 var 68 miljónir. Partafelagsskatturin fyri 2023 er 61,5 miljónir.

Samlaðu inntøkurnar í fíggjarætlanini fyri 2024 vaksa 69,7 miljónir ella 5,6% upp í 1310 miljónir í mun til metingina fyri 2023, sum var 1.24 milliard.

Útreiðslurnar

Tað gongur væl í høvuðsstaðnum. Virksemið veksur og fólkatalið veksur orsakað av tilflyting. Nú búgva 23.315 fólk í kommununi, svarandi til 43% av samlaða fólkatalinum í landinum.

Samanløgdu rakstrarútreiðslurnar hjá kommununi vaksa í fíggjarætlanini fyri 2024 netto 55 miljónir upp í eina milliard og 49 miljónir.

Hetta er ein vøkstur upp á 5,6% fyri Tórshavnar kommunu í mun til fíggjarætlanina fyri 2023. Íroknað Tórshavnar havn - sum er inntøkufíggjað - er vøksturin 6,2%.

Lønir eru nógv størsti partur av rakstrarkostnaðinum.

Nevnast kann, at framskrivað er fyri kendar lønarhækkingar, men óvissan er stór, m.a. tí hædd er ikki tikið fyri ætlaðum lønarlyfti og styttari arbeiðsviku, sum landsstýrið arbeiðir við.

Fíggjarstøðan

Samlaða lániskuldin hjá kommununi er 375 miljónir og størri parturin av hesum – tilsamans 218 miljónir – eru knýttar at Tórshavnar havn.

Tøkur peningur hjá kommununi var seinast í august 196 miljónir, 120 miljónir hjá Tórshavnar kommunu og 76 miljónir hjá Tórshavnar havn. Samtykt er eitt minsta gjaldføri á 79 miljónir í Tórshavnar kommunu.

Í hesum uppskoti til fíggjarætlan verður úrslitið áðrenn rentur 265.4 miljónir. Úrslitið áðrenn avdráttir og íløgur verður 250 miljónir.

Íløgur

Avlopið til skattafíggjaðar íløgur hjá Tórshavnar kommunu verður 197,5 miljónir.

Av íløgum kunnu nevnast: Nýtt røktarheim við røktaríbúðum,

Dagstovnurin Hans Andrias, fimleikarhøll og borgarahús í Kaldbak, langhylurin, stórhøllin, Havnará sum partur av miðbýarætlanini, náttúruøkið í Dalinum Langa og innkomuvegurin.

Umframt eru í samtyktu íløgunum fyri 2024-25 útbygging av Dagstovninum á Hamrinum, framhaldsdeild í Sankta Frans og eitt nú stóra útstykkingin omanfyri Argjahamar.

Í sambandi við innkomuvegin kann eg nevna, at hann letur upp fyri stórum íbúðarbyggingum – vit eru samstundis í gongd við stóra vinnuútstykking, harav nógv øki eru umbiðin. Arbeiðið við stórhøllini gongur somuleiðis væl.

-

Fíggjarnevndin skal sambært kommunustýrislógini leggja uppskot til fíggjarætlan fyri býráðið í seinasta lagi 1. oktober.

Tað er hervið gjørt.

Býráðið skal síðan viðgera uppskotið tvær ferðir við í minsta lagi 14 daga millumbili. Fíggjarætlanin skal vera endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember.

Býráðið hevur fyrstu viðgerð 26. oktober og aðru viðgerð 23. november.

Heðin Mortensen

borgarstjóri

Mynd: Stórhøllin, Føroya Arena, Faroephoto