Tíðindi - 25. juni 2026

Íslendski forsetin vitjaði Tórshavnar kommunu

Forsetavitjan Úr Íslandi 112

Halla Tómasdóttir, forseti Íslands, og maður hennara, Björn Skúlason, vitjaðu Tórshavnar kommunu í gjár. 

Dagurin byrjaði við góðum morgunmati í Móttøkuhúsinum, har Elsa Berg, borgarstjóri tók ímóti og bjóðaði vælkomin. 

 

 

 

 

 

 

 

Her fingu gestirnir møguleika at práta saman um vitjanina og um, hvussu londini á mangan hátt eru samanbundin við felags virðum, søgu og familjubondum.

 

Eisini nýtti Elsa Berg høvið at siga nøkur orð.

Hon fortaldi m.a., at Tórshavnar kommuna í 1987 hevði sín allarfyrsta útlendska gest á vitjan í Móttøkuhúsinum - og gesturin var eingin annar enn Vigdís Finnbogadóttir, forseti Íslands.

Nú onnur kvinnan í íslendska forsetaembætinum vitjar í sama húsi næstan 40 ár eftir ta fyrstu, gevur tað okkum møguleikan at líta afturá við takksemi og líta frameftir við bjartskygni.

 

Í røðuni tosaði hon eisini um, hvussu vit sum smærri samfeløg tora og kunnu hugsa stórt. Og hvussu vit við nýhugsan og íløgum í varandi orku vísa, at sjálvt í fjarskotnum støðum ber til at koma við loysnum til ein heim í broyting.

Eg vil fegin rósa tygara djørvu hugsanum um burðardygd og varandi orku. Tað er ein stórur íblástur, og eg haldi, at vit kunnu læra nógv av hvørjum øðrum, nú vit arbeiða fram móti eini burðardyggari og grønari framtíð. Vit mugu eisini vera góðar fyrimyndir. Seinastu árini hevur Tórshavnar kommunu eisini lagt stóran dent á burðardygd og umhvørvi, og hetta er nakað, sum liggur mær á hjarta bæði persónliga og sum borgarstjóri.

Harumframt kom borgarstjórin inn á góðu samstørvini landanna millum - eitt nú lærdu háskúlarnar, sum samstarva um útbúgving, gransking og netverkan.

Eg havi sum føroyingur sjálv lisið í Íslandi og havi har upplivað fyrimunirnar og týdningin av samstarvi millum lond. Men eisini gjøgnum netverk so sum Uarctic ráðstevnan, sum Tórshavn var vertur fyri fyrr í ár, og skipanir har ung fólk læra frá hvørjum øðrum og bera tann lærdómin víðari. Unga ættarliðið hevur alt at siga. Ofta eru tað tey ungu, sum koma við nýggjum kreativum loysnum, tonkum og hugskotum, og við at stuðla teimum ungu gjøgnum útbúgving og altjóða samstarv gera vit eisini íløgur í eina burðardyggari og javnari framtíð. Tað er mín vón, at hesi samstørv millum okkum fara at halda fram og mennast upp aftur meira.

 

Eftir morgunmatin framførdu Beinta Ingeborg Greve og Aksel Remmel "Signaða sól" eftir Jógvan Waagstein og Jákup Dahl, og "Draumalandið" eftir Sigfús Einarsson

 

 

 

 

 

       

 

 

Eftir morgunmatin løgdu tey leiðina framvið Hugskotinum og Fróðskaparsetri Føroya.