Tíðindi - 22. februar 2022

Játta pening til fríðkan av bygdunum

Semja er um at bygdirnar skulu raðfestast hægri og at kommunan áhaldandi arbeiðir við at fríðka um og gera ábøtur í allari kommununi. Býráðið skal hóskvøldið taka støðu til at játta tvær miljónir til fríðkan í bygdunum.

Ætlanin er, at allar bygdirnar í kommununi skulu verða fríðkaðar á ein ella annan hátt á hvørjum ári.

Ynskiligt er tí, at hesar 2 milliónirnar verða settar av til fríðkan úti í bygdunum, og at allar bygdirnar fáa ein part av hesi upphædd. 

Átøkini verða viðgjørd í staðbundnu nevndunum, áðrenn avgerð verður tikin um, hvørji átøk skulu gerast í teimum ymisku bygdunum.

Hóskvøldið tekur býráðið støðu til eitt tilmæli um nevndu játtan. Bæði byggi- og býarskipanarnevndin og fíggjarnevndin hava samtykt tilmælið. Verður tilmælið játtað verður tað sent til staðbundnu nevndirnar til umrøðu.