Lurta
Tíðindi - 06. desember 2023

Jóan Petur Hentze kommunustjóri í Tórshavnar kommunu

Tórshavnar býráð hevur samtykt at seta Jóan Petur Hentze í starvið sum kommunustjóri í Tórshavnar kommunu.

Jóan Petur Hentze er 53 ára gamal. Hann er útbúgvin cand.mag í samtíðarsøgu og religiónsvísindum. Jóan Petur Hentze hevur drúgvar stjóraroyndir úr starvinum sum trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu og sum aðalskrivari hjá Kommunusamskipan Føroya.

Jóan Petur Hentze byrjar í starvinum sum kommunustjóri 1. januar 2024.