Lurta
Tíðindi - 30. november 2023

Jólaborðhald í Dansifrøði

Væleydnað jólaborðhald var í Dansifrøði í dag fyri fólk, ið búgva á ellisheimum í Tórshavnar kommunu.

Vælkendi jólasangurin Eg eri jólamaðurin rungaði undir jólaborðhaldinum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, var boðin við at siga nøkur orð. Í røðu sínari fortaldi borgarstjórin, at hann, sum skúladrongur, var við, tá “Eg eri jólamaðurin” fyrstu ferð varð framførdur. Marius Johannesen yrkti sangin í 1956 og Hans Jacob Højgaard gjørdi lagið.

Jólini fyrr og nú

Borgarstjórin vísti á, at tosað verður javnan um, at jólini eru vorðin handilsjól, men fyri 100 árum síðani vóru eisini nógvar handilslýsingar at síggja. Í Dimmalætting 22.desember 1923 var m.a. ein frá handlinum hjá Trond Hansen: Julemanden med venligt Nik, viser vej til Trond Hansens Butik.

Ein onnur var frá baðstovuni hjá Óla Arge: Et godt Bad vil bidrage til at gøre julestemningen endnu bedre.”

Fólk flentu og mintist aftur á gamlar dagar og handlar í Havn.

Tað gongur móti ljósari tíðum

Góður matur og gott lag var á fólki. Starvsfólkini høvdu gjørt nógv burtur úr at hugna um.

- Jólini boða jólaboðskapin, og jólini eru familjuhátíð í myrkastu tíð. Vit hava brúk fyri at vera saman og røkja familju og vinabondini. Frídagarnir á jólum eru tí av størsta týdningi, samstundis sum vit vita, at á jólum gongur móti ljósari tíðum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, millum annað.

Borgarstjórin takkaði starvsfólkunum, ið skipaðu fyri tiltakinum.

- Tað er hugaligt við ágrýtnum og dugnaligum starvsfólkum, segði borgarstjórin.

- Gleðilig jól øll somul, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.