Lurta
Tíðindi - 02. desember 2023

Jólatræið á Argjum tendrað

GHM spældi jólaløg og sálmar.

Anne Mette Greve Klemensen, prestur, tosaði um jólaboðskapin.

Kristianna Winther Poulsen, býráðslimur, tosaði millum annað um søguna hjá Argja bygd.

Børnini bíðaðu spent eftir jólamanninum. Men tað frysti og var hált, so jólamaðurin mátti ganga varliga. Men sjálvandi hevði hann okkurt gott í posanum til børnini.