Tíðindi - 26. november 2026

Jólatræið á Vaglinum tendrar leygardagin kl. 15.30

916368197 1607162691437978 6350409501929443359 N

Tiltakið byrjar kl. 15.30, tá Havnar Hornorkestur spælir jólatónar. Elsa Berg, borgarstjóri, og Anne Mette Greve Klemensen, prestur, halda røður.

Tórshavnar kommuna fær jólatræið sum gávu frá Reykjavík, og soleiðis hevur tað verið síðan 2013. Siðvenja er, at ein íslendskur gestur eisini heldur røðu. Í ár er tað Rúnar Frey Gíslason, býráðslimur í Reykjavík og formaður í mentamálanevndini.

Tá ið træið skal tendrast, verða tað jólamaðurin og trúgva jólakona hansara, sum við góðari hjálp frá børnunum syrgja fyri, at ljósini verða tendrað.

Tá jólatræið er tendrað, kunnu allar nissur fara yvir til pavillongina uttanfyri Ráðhúsið, tí tá verður nissudisko! Bæði stórar og smáar nissur eru vælkomnar. Minnist til nissuhúgvuna!

 

Onnur jólatiltøk í miðbýnum

Hugnaliga tiltakið, Barnajól, verður leygardagin 5. desember í Margarinfabrikkini frá kl. 11.00-16.00. Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.

Leygardagin 12. desember kl. 16.00 kemur jólaskipið inn á Vágsbotn.

Í Havn súkkla jólamenninir sjálvandi, og sunnudagin 20. desember fara teir at súkkla runt í býnum við tónleiki og karamellum til børnini.

Fleiri onnur tiltøk eru eisini á skránni í desember. Sí meira her her