Jón Sonni Jensen um listprýðingina í Skúlanum á Fløtum
Listprýðingin hjá Jón Sonna Jensen í Skúlanum á Fløtum eitur “Vakstrarsúlur”. Her hugleiðir listamaðurin um listprýðingina.
Á átta súlum miðskeiðis í bygninginum síggjast einfaldar samansetingar av hálvum og kvartum ‘rørum’, sum balla seg um súlurnar og fylgja runda forminum. Summar fløtur eru skrýddar við skapum, sum eru einføld og grafiskar tilsipingar til kropsligan og náttúruvísindaligan taktilitet. Hinar fløturnar eru einfaldar og slættar. Saman skapa hesar átta kompositiónirar eina samlaða listprýðing í rúminum.
Visuelli íblásturin til verkið “Vakstrarsúlur” er aldargamla siðvenjan í arkitekturi, har súlur ofta vóru serliga nógv prýddar við mynstrum, myndum og symbolikki. Vakstarsúlurnar eru ein útgáva av hesi siðvenju í 21. øld.

Í dagliga listarliga virkseminum tekst listamaðurin Jón Sonni Jensen nógv við tað kropsliga og lívrunna, sum eisini er høvuðsevnið í hesi listprýðingini.
Litirnar og tilfarið kenna vit eisini frá dagliga virkseminum hjá listamanninum. Tó hevur Jón Sonni valt littónar við brúkaranum og arkitekturinum í huga. Bleytt pastellgult og ljósareytt, bjart magenta, jarðkendur sandlitur, neutralt hvítt og grátt og glitrandi silvur. Litirnir kunnu minna um eitt univers innan góðgæti, leikur, kroppi og náttúru, men samstundis komplimentera og bjóða litirnir eisini bygninginum av.
Talan er um haldført og sterkt tilfar, sum kemur at vara ta tíðina, sum bygningurin stendur - Gips, aluminium og silikongummi. Tilfarið, sum er nýtt, er valt við bygninginum og materiellu eginleikunum í huga. Materialiteturin kemur væl til sín rætt. Matt gips í alskyns litum og mynstrum, við nógvum smálutum, sum gips er sera væl egna til. Aluminium, sum bjóðar tí matta gipsinum av við skyggjandi flatum, sum eru viðgjørdar soleiðis at natúrligi glitrandi eginleikin kemur enn betur til sjóndar. Síðani hálvskygd silikongummi; eitt bleytt tilfar, sum veitir eitt mótspæl til restina við sínum spennandi samspæli við ljósið í bygninginum.
Visuella úttrykkið verður sostatt eitt spæl við materialiteti og mótsetningum: heitt/kalt, hart/bleytt, matt/blankt, glært/óglært, kropsligt/kliniskt, einfalt/fløkt...

Skapini taka støði í ymsum skapum, sum eru at finna í lívfrøðini og náttúruni bæði her heima og kring allan heimin, á djórum, í kroppi okkara, í landslagnum og vøkstri bæði á landi og í sjógvi. Tó so, hevur listamaðurin valt at tillaga tilsipanirnar, soleiðis at skapini gerast at kalla abstrakt og harvið kann ein ørgrynna av tilsipingum síggjast, bæði við einum mikro- og makroskopiskum sjónarmiði. Trevjur, bylgjur, poknur, porur, skúm, kyknur, hár, hinnur, æðrar, vøddar, tornur, fjøll, dalar, húð, oyðimørk, trø, áir, korallur, tari og ymiskur vevnaður.
Sera nógvir skulpturteknikkir eru nýttir í skapanini av hesum verkunum: stoyping, fresing, modellering, gravering, formgerð, útskurður o.a.
Verkini eru ætlaði sum ein natúrligur og harmoniskur partur av bygninginum, soleiðis sum tey sneiða seg um súlurnar og tykjast at spretta úr teimum.
Jón Sonni vil við hesum geva næmingunum møguleikan at sansa eina einfalt spælandi og leitandi skulpturella umboðan av tí ørgrynnu av bygnaði, sum finst í náttúruni.
Tað er ein serstøk uppgáva at gera list til ein brúkara, sum í høvuðsheitum eru børn og ung. Ein málbólkur ið, frá yngst til elst, er sera ymiskur í mentaliteti, búnaðarstøði og uppfatanarstøði. Tí hevur málsetningurin allatíð verið at lata nakað, sum á ymsar hættir kann stimbra hugflogið, forvitnið og innlæringina hjá hesum fjølbroytta hópinum, við vón um eina listprýðing, sum kann vaksa og mennast í teimum og saman við teimum.
