Lurta
Tíðindi - 02. mars 2024

Jóna Rasmussen 30 ára starvsdag

Í gjár skipaði Tórshavnar Kvøldskúli fyri hátíðarløtu í sambandi við, at Jóna Rasmussen, listakvinna, hevur undirvíst í 30 ár á kvøldskúlanum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði nøkur orð um Jónu og um kvøldskúlan. 
- Í 30 ár hevur Jóna Rasmussen, listakvinna,  verið ein teirra, ið hevur lært frá sær og lagt fólki lag á. Og tað er ikki hissini listakvinna, ið lærir frá sær her á Tórshavnar Kvøldskúla. 
- Jóna hevur havt framsýningar í Føroyum síðani 1991, millum annað á Listasavninum, har hon eisini eigur listaverk, sum eru partur av føstu framsýningini hjá Listasavninum.
- Og tað er ikki bara í Føroyum, at Jóna hevur havt framsýningar, tí hon hevur eisini víst listaverk síni fram á sýningum uttanlands. Og í 2021 sniðgav Jóna kærleikskúluna hjá Dugna.
- So tað er ein viðurkend og dugnalig listakvinna, sum undirvísir næmingum á kvøldskúlanum, og tað haldi eg, at vit kunnu vera errin av. Eg kann leggja afturat, at Tórshavnar kommuna eigur fleiri listaverk hjá Jónu – bæði málningar og grafisk verk.
- Jóna, síðani 1994 hava næmingar á Tórshavnar kvøldskúla havt gleðini av tínum dugnasemi. Hesi árini hevur tú undirvíst í grafiskari list á kvøldskúlanum, tú hevur verið undangongukvinna á økinum. 
- Tú hevur eisini verið við í øllum broytingum á økinum. Tú hevur undirvíst í millum annað í Kongagøtu, í J.H. Schrøtersgøtu og nú í ListGraFo í Finsen. Og eg má siga, at eg haldi, at umstøðurnar í Finsen er rættiliga góðar. 
- Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu fari at takka tær fyri tað, ið tú hevur gjørt fyri næmingar á Kvøldskúlanum hesi 30 árini. Fari eisini at handa tær eitt silvurmerki frá Tórshavnar kommunu í samband við, at tú hevur arbeitt hjá kommununi í 30 ár.
- Hjartaliga til lukku og takk fyri títt íkast hesi nógvu árini, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.