Kaldbaksfólk mótmæla asfaltverki
Umleið 80% av fólkinum í Kaldbak hava skrivað undir eitt mótmæli móti ætlaða asfaltverkinum á Sundi.
Kaldbaksfólk heita á Tórshavnar býráð at virða lív og heilsu hjá borgarum við Kaldbaksfjørð og steðga ætlanunum at byggja hetta asfaltverk.
Víst verður í skrivinum á, at ongar árinskanningar eru gjørdar av asfaltverkum í Føroyum, og at tað er ógjørligt at nýta danskar kanningar til endamálið, tí royk-, luft-, vatn- og ljóðdálking hátta sær øðrvísi, tá talan er um útlát í einum øki við høgum fjøllum og einum smølum firði.
- Við einum dálkandi asfaltverki ávikavist 300 og 900 metrar frá bygdum øki, er bygdini ikki lív lagað. Í løtuni aftra ung fólk seg við at seta búgv í Kaldbak orsakað av útlitinum til dálkandi virksemi á vinnuøkinum á Sundi, verður sagt at enda í mótmælinum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, tók ímóti mótmælinum og takkaði fyri. Hann gjørdi vart við, at mótmælið beinanvegin verður journaliserað og latið viðkomandi nevndum til viðgerðar, áðrenn tað kemur til politiska viðgerð.

