Tíðindi - 24. mars 2022

Karlamagnusarbreyt verður nú liðuggjørd

Arbeitt hevur leingi verið við at røkka málunum í heildarætlanini fyri Karlamagnusarbreyt. Ætlanin snýr seg millum annað um parkeringsøki, gongubreytir, gøtuljós, leiðingar, grøn øki og tún, kantsteinar, brunaleiðir, planting og fríðking.

Nú er so ætlanin at gera hesi arbeiði liðug sum skjótast. Mælt varð tí býráðnum at játta 8,4 miljónir til liðuggerð, og varð hetta einmælt samtykt í býráðnum í kvøld.