Tíðindi - 02. juli 2026

Kirkjugarðurin í Kollafirði verður víðkaður

Image00009 (2)

Fyrrapartin varð sáttmáli undirskrivaður við Articon um at víðka kirkjugarðin í Kollafirði.

 

Kirkjugarðurin varð upprunaliga gjørdur í 1980 og er síðani víðkaður tvær ferðir – í 1995 og aftur í 2010. Roknað verður við, at um 2-3 ár eru eingi tøk pláss eftir, og tí er nú aftur neyðugt at fara undir at víðka um kirkjugarðin sum skjótast.

Arbeiðið at víðka kirkjugarðin varð boðið út í apríl í ár, og tá freistin var farin, vóru fimm góðkend tilboð. Articon átti lægsta boðið, og tí varð mælt til, eins og samtykt á býráðsfundi í juni, at fara undir samráðingar við Articon um at gera arbeiðið.

 

Arbeiðið byrjar í august og  tekur væntandi umleið eitt ár.