Tíðindi - 10. mars 2021

Klárt at bjóða 11. stig av innkomuvegnum út

Tað 11. stigið av innkomuvegnum er strekkið frá brúnni undir Vatnaskørðum og oman í Villingadalsvegin. Fleiri hava lagt til merkis, at Landsverk hevur gjørt uppmátingar her í seinastuni.

Útbjóðingartilfarið til hetta økið er nú at kalla klárt og bíðar bara eftir at verklagslógin, sum fíggjarmálaráðharrin nú fer í løgtingið við, verður samtykt.

Tá hetta arbeiðið fer i gongd kemur Tórshavnar kommuna eisini inn í myndina, tí kommunan skal gera íbindingina frá innkomuvegnum niðanfyri brúnna í Flatarvegin, sum gongur niðan Millum Gilja.

- Eg vóni, at áðrenn løgtingið fer til hús, at verklagslógin verður avgreidd í tinginum, sum avtalað varð, og sum fíggjarnevndin við sínum áliti um fjøruvegin álegði landsstýrismanninum at koma við, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.