Tíðindi - 05. juni 2026

Klárt at umvæla Argja skúla

5Juni26 84A8576

Seinnapartin fríggjadagin varð sáttmáli undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og sp/f HVT, sum skal umvæla gamla Argja skúla.

Skúlin var opin fyri almenninginum í sambandi við, at Elsa Berg, borgarstjóri, Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, og Regin Petersen, stjóri í Sp/f HVT, undirskrivaðu sáttmálan.

Elsa Berg, borgarstjóri, og Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini, hildu røður vegna kommununa, og Bergur Debes Joensen, prestur og argjamaður, segði eisini nøkur orð.

Argja skúli er í ringum standi, men nú verður farið í holt við at skifta klædning, vindeygu og tekju á skúlabygningunum. Komandi ár er so ætlanin at gera skúlan innan eisini, so hann væntandi verður klárur at taka í nýtslu í august 2027.

Guli skúli skal hava fleiri undirvísingarhøli í skúlanum, og ætlanin er eisini at hava frítíðartilboð til 3.-6. flokk.