Tíðindi - 06. november 2020

Klintrihøllin í Bacalao klár at taka í nýtslu – móttøka leygardagin kl. 14

Havnar klintrifelag hevur í samstarvi við Tórshavnar kommuna ment eina verkætlan í Bacalao við klintrihøll, sum er lið um lið við skatehøllina, ið lat upp í fjør.

Arbeiðið við klintrihøllini er nú liðugt, høllin fingið nýtsluloyvi og klárt er at taka hana í nýtslu. Felagið hevur lagt stórt sjálvboðið arbeiði í verkætlanina, umframt stuðul frá Tórshavnar kommunu.

Harumframt hevur Tórshavnar kommuna fingið framt umbygging og tillagingar av ymiskum viðurskiftum í høllini og bygninginum, soleiðis at bruna- og myndugleikakrøv eru uppfylt. Hetta arbeiðið hevur Sp/f Northbuild staðið fyri og Ove Mortensen, arkitektur, hevur verið ráðgevi. El-arbeiðið hevur Sp/f Install staðið fyri.

Í hesum sambandi er almenn móttøka í morgin leygardagin 7. november 2020 frá kl. 14.  – øll eru vælkomin!

Klintrihøllin er á Vestara bryggju 13 – inngongd frá stóra p-økinum millum Skipasmiðjuna og Bacalao.