Tíðindi - 23. mars 2023
Knívur stakk út úr ruskposanum
Kommunala Brennistøðin minnir fólk á, um ikki at lata hvassar lutir, so sum knívar og annað, í ruskposan. Í morgun stakk ein knívur úr einum ruskposa í Sámalsgøtu.
Í morgun varnaðust ruskmenninir ein knív stinga úr einum ruskposa. Posin varð sjálvandi ikki tikin og ruskmenninir hava gjørt vart við, at teir taka fyribils ikki rusk aftur av adressuni.
Brennistøðin ger vart við, at hetta er ikki í lagi, tí ruskmenninir kunnu fáa stórt mein av tílíkum.
