Lurta
Tíðindi - 04. august 2023

Kókitilmælið í Havn og á Argjum stendur við til mánadagin

Seinasta drekkivatnskanningin vísir, at bakteriur framvegis eru í  drekkivatninum, ið kemur úr Havnardali. Kókitilmælið stendur tí við í teimum pørtum av Havnini og Argjum, ið fáa vatn úr Havnardali.

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvørji øki eru rakt av dálkingini.

Vís kort í fullari stødd

Kókitilmælið stendur við, inntil nærri boð verða givin. Úrslitini av næstu drekkivatnskanningini fyriliggja mánadagin 7. august. Fylg við á síðu okkara um drekkivatn.

Vilt tú tryggja tær, at tú altíð verður kunnað um ólag ella broytingar í kommunalu tænastunum, ert tú vælkomin at tekna teg til okkara tíðindabræv. Tað kanst tú gera á forsíðuni her á heimasíðuni.

Drekkivatnsstøða

Torshavn.fo forsíða