Tíðindi - 17. mars 2026

Kommunan á vitjan í Hesti

Felagsmynd2

Mánadagin vóru fólk frá kommununi og Tórshavnar havn á vitjan í Hesti.

Saman við fólki frá staðbundnu nevndini í Hesti varð gingið runt í bygdini og hugt eftir ymiskum viðurskiftum, og politikarar og umsiting fingu kunning um ymiskt, sum liggur hestfólkum á hjarta.

Millum annað varð hugt eftir útstykkingarmøguleikum til frítíðarhús, ruskplássinum og farstøðini niðri við havnarlagið og flótibrúgvunum í bátahylinum. Eisini varð hugt eftir kirkjugarðinum og eftir svimjihylinum í bygdini.

Hetta var eisini eitt gott høvi hjá fólki í bygdini at hitta kommununa. Millum annað varð víst á, at busssambandið millum Gomlurætt og Havnina kundi verið betri.

Fólkatalið í Hesti hevur verið í støðugari minking seinastu árini, og sambært Hagstovuni búðu 14 fólk í Hesti um ársskiftið.

 

Arna Silvurstein úr staðbundnu nevndini, Anja Weyhe, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, og Elsa Berg, borgarstjóri, úti í Hesti
Hugt varð millum annað eftir ruskplássinum niðri við havnarlagið
Einki vatn er í svimjihylinum í Hesti í løtuni
Sambært Hagstovuni høvdu 14 fólk bústað í Hesti um ársskiftið
Erla Kongsdóttir røkir ferðasambandið millum Hest og Gomlurætt
Hestur er hugnalig bygd