Lurta
Tíðindi - 27. november 2023

Kommunan dagførir gjøldini fyri eldratænastur 1. januar 2024

Lágargarður juli 2021_lítil web_RD

Á býráðsfundi 23. november 2023 samtykti Tórshavnar býráð at lýsa broytingar í gjøldum fyri búpláss, heimahjálp og umlætting sambært uppskotinum til felags leist hjá Kommunufelagnum.

Tórshavnar kommuna dagførir gjøldini fyri eldratænastur frá 1. januar 2024. Nýggj kunngerð um eldratænastur kom í gildi 1. apríl 2023, sum gav kommununi heimild til sjálv at áseta gjøld fyri sínar eldratænastur eftir leisti, sum er lýstur í kunngerðini. Kommunufelagið legði í hesum sambandi fram uppskot um felags leist fyri áseting av gjøldum.

Sambært kunngerðini skal kommunan í seinasta lagi 1. desember lýsa gjøldini fyri komandi ár.

Broytingarnar í gjøldunum fyri eldratænasturnar í Tórshavnar kommunu sært tú her:

Búfólk á eldrabúplássum og heimabúgvandi, sum rinda fyri heimatænastu, fáa skriv við kunningini.

Málsviðgerðina í Tórshavnar Býráð finnur tú á síðu okkara um dagsskráir og fundarfrásagnir. Nýggja kunngerðin kom í gildi 1. apríl 2023. Hon avloysti Kunngerð nr. 126 frá 17. desember 2014.

Finn dagsskráir og fundarfrásagnir

Kunngerð nr. 126 frá 17. desember 2014 um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a., sum seinast broytt við kunngerð nr. 6 frá 30. januar 2023 (logir.fo)