Kommunan dagførir gjøldini fyri eldratænastur 1. januar 2025

Á býráðsfundi 28. november 2024 samtykti Tórshavnar býráð broytingar í gjøldum fyri búpláss, heimahjálp og umlætting sambært uppskotinum til felags leist hjá Kommunufelagnum.
Tórshavnar kommuna dagførir gjøldini fyri eldratænastur frá 1. januar 2025. Nýggj kunngerð um eldratænastur kom í gildi 1. apríl 2023, sum gav kommununi heimild til sjálv at áseta gjøld fyri sínar eldratænastur eftir leisti, sum er lýstur í kunngerðini. Kommunufelagið legði í hesum sambandi fram uppskot um felags leist fyri áseting av gjøldum.
Sambært kunngerðini skal kommunan í seinasta lagi 1. desember lýsa gjøldini fyri komandi ár.
Broytingarnar í gjøldunum fyri eldratænasturnar í Tórshavnar kommunu sært tú her:
- Broyting í gjøldum fyri eldrabúpláss 1. januar 2025
- Broyting í egingjaldi fyri heimahjálp 1. januar 2025
- Broyting í gjaldi fyri umlætting 1. januar 2025
Búfólk á eldrabúplássum og heimabúgvandi, sum rinda fyri heimatænastu, fáa skriv við kunningini.
Málsviðgerðina í Tórshavnar Býráð finnur tú á síðu okkara um dagsskráir og fundarfrásagnir.
Finn dagsskráir og fundarfrásagnir
Nýggja kunngerðin kom í gildi 1. apríl 2023. Hon avloysti Kunngerð nr. 126 frá 17. desember 2014.