Tíðindi - 21. november 2025
Kommunan dagførir gjøldini fyri eldratænastur 1. januar 2026

Á býráðsfundi 20. november 2025 samtykti Tórshavnar býráð broytingar í gjøldum fyri búpláss, heimahjálp og umlætting sambært uppskoti til felags leist hjá Kommunufelagnum fyri 2026.
Tórshavnar kommuna dagførir gjøldini fyri eldratænastur frá 1. januar 2026. Nýggj kunngerð um eldratænastur kom í gildi 1. apríl 2023, sum gav kommununi heimild til sjálv at áseta gjøld fyri sínar eldratænastur eftir leisti, sum er lýstur í kunngerðini.
Sambært kunngerðini skal kommunan í seinasta lagi 1. desember lýsa gjøldini fyri komandi ár. Broytingarnar í gjøldunum fyri eldratænasturnar í Tórshavnar kommunu sært tú her:
- Broyting í gjøldum fyri eldrabúpláss 1. januar 2026
- Broyting í egingjaldi fyri heimahjálp 1. januar 2026
- Broyting í gjaldi fyri umlætting 1. januar 2026
Búfólk á eldrabúplássum og heimabúgvandi, sum rinda fyri heimatænastu, fáa skriv við kunningini.
Málsviðgerðina í Tórshavnar Býráð finnur tú á síðu okkara um dagsskráir og fundarfrásagnir.
Finn dagsskráir og fundarfrásagnir
Nýggja kunngerðin kom í gildi 1. apríl 2023. Hon avloysti kunngerð nr. 126 frá 17. desember 2014.