Tíðindi - 27. november 2026
Kommunan dagførir gjøldini fyri eldratænastur 1. januar 2027

Á býráðsfundi 19. november 2026 samtykti Tórshavnar býráð broytingar í gjøldum fyri búpláss, heimahjálp og umlætting sambært uppskoti til felags leist hjá Kommunufelagnum fyri 2027.
Tórshavnar kommuna dagførir gjøldini fyri eldratænastur frá 1. januar 2027. Nýggj kunngerð um eldratænastur kom í gildi 1. apríl 2023, sum gav kommununi heimild til sjálv at áseta gjøld fyri sínar eldratænastur eftir leisti, sum er lýstur í kunngerðini.
Sambært kunngerðini skal kommunan í seinasta lagi 1. desember lýsa gjøldini fyri komandi ár.
Dagførdu prístalvurnar fyri eldratænasturnar í Tórshavnar kommunu sært tú her:
- Prístalva fyri eldrabúpláss 1. januar 2027
- Prístalva fyri heimahjálp 1. januar 2027
- Prístalva fyri umlætting 1. januar 2027
Búfólk á eldrabúplássum og heimabúgvandi, sum rinda fyri heimatænastu, fáa skrivliga kunning sendandi.
Málsviðgerðina í Tórshavnar býráði finnur tú á síðu okkara um dagsskráir og fundarfrásagnir.