Lurta
Tíðindi - 23. mars 2023

Kommunan játtar tvey grundøki til Almannamálaráðið

Almannamálaráðið er í eini tilgongd at útvega bú- og umlættingarpláss til fólk við serligum tørvi. Talan er um at byggja stovnar, sum m.a. skulu hýsa fólki við autismu, sálarsjúku og menningartarni.

Almannaráðið hevur sent umsitingini umbøn um at leggja grundøki av til Almannamálaráðið at byggja vardar bústaðir og virknistilboð á. Hesar byggiætlanir verða eftir ætlan framdar tey næstu 10 til 15 árini.

Umsitingin mælir nú til at leggja tvey øki av til Almannamálaráðið, eitt við Stórutjørn og eitt i útstykkingini omanfyri Argjahamar.

Bæði byggi- og býarskipanarnevndin og fíggjarnevndin taka undir við málinum, sum kemur fyri á býráðsfundi seinnapartin.