Lurta
Tíðindi - 27. juli 2022

Kommunan longt útboðið fyri grundøkið við Villingadalsvegin

Útbjóðing av grundøki við Villingadalsvegin mai 2022

Tórshavnar kommuna lýsti 3. mai 2022 matrikkul 1356 og 1355 við Villingadalsvegin, tilsamans umleið 22.000 m2, til sølu til lutaíbúðarbygging.
Freistirnar í útboðnum eru nú longdar.

Galdandi freistirnar eru nú hesar:

  • 1. september 2022 kl. 12: seinasta freist at lata inn skrivlig tilboð
  • 27. oktober 2022: avgerð verður tikin um innkomin tilboð á býráðsfundi

Skrivlig boð skulu framvegis latast kommununi í afturlatnum brævbjálva saman við fylgiskjølum á geyma og váttan um fígging frá fíggingarstovni.

Tú kanst lesa meira um útboðið á síðu okkara um kommunalar útstykkingar, sum tú finnur her:

Kommunalar útstykkingar í Tórshavnar kommunu