Tíðindi - 23. apríl 2026
Kommunan við á stórum vinnutiltaki á Glasi

Í dag var Tórshavnar kommuna við á tiltakinum “Vinnan vitjar”, sum Glasir skipar fyri á hvørjum ári.
Her fáa næmingar høvi til at hitta og práta við stovnar og fyritøkur og kunna seg um starvsmøguleikar, eins og teir kunnu fáa íblástur til víðari lestur.
Tórshavnar kommuna hevði tveir básar á tiltakinum, ein hjá Børn og ung og ein hjá Heilsu og umsorgan, og báðir básarnir vórðu væl vitjaðir.
Starvsfólk hjá kommununi greiddu frá, hvussu tað er at arbeiða innan hesi økir, og svaraðu eisini spurningum frá næmingum.
Hetta eru eisini økir, har lesandi longu arbeiða aftan á skúlatíð og eisini er vanligt, at fleiri koma at arbeiða eftir 3.g. Hetta gevur eitt gott grundarlag, um ein ætlar sær undir víðari lestur innan okkurt av hesum økjunum, og eisini lestur sum heild.

