Lurta
Tíðindi - 20. juni 2022

Kommunan yvirtekur fleiri landsvegastrekki

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverk, undirskrivaðu í morgun avtalu um avhandan av landsvegum. Tórshavnar kommuna hevur gjørt eina avtalu við Landsverk um at yvirtaka fleiri landsvegateinar. Talan er um eitt nú Hvítanesvegin, Kúrdalsveg, part av Oyggjarvegnum og part av Velbastaðvegnum.

Talan er um vegastrekki, sum nú eru landsvegir, sum kommunan yvirtekur. Hvítanesvegurin verður yvirtikin frá vegamótinum við Eystara Ringveg og til nýggju rundkoyringina til Eysturoyartunnilin, góðar 3 kilometrar. Samstundis verður vegstubbin oman til rulluportrið á Hvítanesi eisini yvirtikin.

Kúrdalsvegur frá Hvítanesvegnum og oman í túnið við gomlu Royndarstøðina í Hoyvík verður yvirtikin. Somuleiðis verður Oyggjarvegurin frá vegamótinum Vestari Ringvegur og til íbindingina við Hotel Føroyar yvirtikin. Tað sama er galdandi fyri Velbastaðvegin, frá vegamótinum við Marknagilsvegin og niðan til rulluportrið við Norðasta Horn.

Orsøkirnar til slíkar yvirtøkur koma oftast, tá talan er um býarvøkstur. Nú kommunan yvirtekur hesar vegir verða samstundis fleiri øki atkomulig fyri býarvøkstri, bæði tá talan er um bústaðarbygging, vinnuøki og eitt nu parkeringsøki.