Tíðindi - 30. november 2020

Kommunuætlanin 2020 er nú samtykt

Kommunuætlanin 2020 er nú samtykt. Hon setur karmarnar fyri, hvussu kommunan skal skipast og mennast framyvir.

Kommunuætlanin hevur ligið til almenna hoyring í summar. Fjúrtan viðmerkingar komu inn frá borgarum, stovnum og felagsskapum, og síðan er Kommunuætlanin dagførd við støði í viðmerkingunum. 

Kommunuætlanin er eitt týdningarmikið og hent amboð, sum er við til at seta eina kós og tryggja ein samanhangandi leist fyri virksemi og menning í kommununi.

Umframt at Kommunuætlanin er ein høvuðsætlan fyri Tórshavnar kommunu, so er hon eisini eitt hent uppslagsverk hjá borgarum, fyritøkum, stovnum og áhugafelagsskapum, at veita sær kunning um ætlanir, mál og karmar innan ymisk evni, sum kommunan arbeiðir við.

Kommunuætlanin er ein víðfevnd ætlan, sum samantvinnar landslógir og kommunalar politikkir, ætlanir og samtyktir, og er deild upp í seks ymisk evni:

  • Fólk og bústaðir
  • Náttura, varðveiting og umhvørvi
  • Vinna
  • Undirstøðukervið
  • Mentan, frítíð og útilív
  • Tænastuøkið

Arbeitt verður við at gera kommunuætlanina til eina talgilda ætlan, sum kemur at liggja á heimasíðuni hjá kommununi. Harumframt eru fyrireikingar ávegis til at gera ein film, sum skal lýsa Kommunuætlanina nærri.

Til ber at lesa ætlanina her:

Kommunuætlanin 2020