Kommunufelagið trygdin fyri fólkaræðisligum fjølbroytni
- Vit standa við einari stórari avbjóðing – einari, ið vit ikki hava roynt áður, men eisini hesa ferð fara vit í sterkum felagsskapi at finna røttu loysnirnar. Heðin Mortensen, borgarstjóri, beyð vælkomin og segði, at hesin fundurin var nummar níggju í røðini, síðani felagið varð stovnsett í 2014.
- Staðbundna fólkaræðið er hornasteinurin í føroyska vælferðarsamfelagnum og tryggjar okkum øllum ávirkan á egin lívsviðurskifti. Tit 29 kommunur og tit fleiri enn 200 kommunustýrislimir, sum eru karmurin um aðalfundin í dag, eru trygdin fyri fólkaræðisligum fjølbroytni í føroyska samfelagnum.
- Tit eru trygdin fyri, at hetta samfelagið kann mennast í landafrøðiligari javnvág, kjølfest í spjaddari búseting og við livandi nærsamfeløgum. Hetta eru virði, sum eitt sentralt stýri ongantíð kann tryggja okkum.
- Hetta eru samstundis virði, sum vit eiga at fjálga um og virðismeta. Virði, sum nógv fólk í okkara grannatjóðum øvunda okkum. Tað er sjón fyri søgn. Alsamt fleiri útjaðarasamfeløg kring okkum eru farin at hyggja henda vegin, og síggja okkum sum eitt fyrimyndarligt samfelag, tá ið snýr seg um at menna samfelagið alt, heldur enn bert miðstaðarøkini.
- Hóast hetta, so høvdu fleiri ynskt sær eina uppaftur breiðari menning av landinum. Fyritreytin fyri jøvnum vøkstri í øllum landinum er eitt gott infrakervi. Enn eitt stórt stig á leiðini hesum viðvíkjandi varð tikið í ár, nú hol er millum Sandoynna og Streymoynna. Tað tykist somuleiðis vera breið semja um, at næsta stigið er ein tunnil til Suðuroyar. Her er talan um veruligt samfelagsligt samhaldsfesti, har øll øki í landinum verða virðismett.
- Tey eru tó mong, sum ynskja einar meira sentralt stýrdar Føroyar. Tilmælini frá Búskaparráðnum seinastu árini eru góð dømi um tað. Eisini afturvendandi tosið um, at normeringar mugu verða ásettar sentralt og ikki bara latnar staðbundna myndugleikanum, eru dømi um áhaldandi hugin at stýra lokala myndugleikanum niður í smálutir. Stundum eru tilmælini sera víðfevnd, og ikki so sjáldan verður róð fram undir, at landsmyndugleikin meira ella minni skal seta kommunurnar undir umsiting og raðfesta teirra vegna.
- Vit, fólkavaldu kommunustýrislimir, umboðandi staðbundna fólkaræðið í hesum samfelagi, skulu tí áhaldandi verja sjálvsavgerðarrættin hjá kommununum, soleiðis at eisini tey, ið eftir okkum koma, fara at hava tann framíhjárætt at skipa seg í lokalar eindir við heimildum at skipa og ávirka egin viðurskifti.
- Bert soleiðis kunnu vit eisini í framtíðini hava livandi nærsamfeløg í øllum pørtum av landinum.
- Vit hava stórar avbjóðingar í framtíðini, serliga orsakað av demografisku broytingunum, sum eru fyri framman. Starvsfólkatrotið á vælferðarøkinum er ein tann størsta einstaka avbjóðingin, og hetta fer at krevja bygnaðarbroytingar í føroyska samfelagnum. Broytingar, sum sannlíkt ikki verða so einfaldar at fáa semju um.
- Tað er sera umráðandi, at land og kommunur finna felags stev í fyrireikingunum til tær bygnaðarbroytingarnar, ið tørvur er á, og sum helst eru neyðugar, fyri at eisini framtíðar ættarlið skulu kunna liva í einum framkomnum vælferðarsamfelagi. Endamálið hjá okkum øllum - bæði landspolitikarum og kommunupolitikarum - má vera at fáa eitt samfelag, ið mennist í javnvág, og har borgarar í øllum landinum hava rætt til grundleggjandi vælferðartænastur.
- Hetta má vera okkara aðalmál.
Farvæl korona og vælkomin flóttafólk
- Fyri júst einum mánaði síðani vóru allar koronaavmarkingar avtiknar í Føroyum. Tá vóru gingin meir enn tvey ár, síðani tann fyrsti tilburðurin var staðfestur í Eysturkina, og knapt tvey ár, síðani vit á grækarismessu 2020 fingu staðfest tann fyrsta tilburðin í Føroyum
- Avbjóðingarnar í sambandi við koronafarsóttina vóru nógvar, og hetta merkti eisini í stóran mun virksemið hjá Kommunufelagnum hetta tíðarskeiðið. Serliga viðvíkjandi eldraøkinum og dagstovnaøkinum vóru nógvir spurningar.
- Royndirnar, vit hava gjørt okkum, vísa, at nógvir manglar eru í heilsufakligu tilbúgvingini. Serliga eldraøkið var frá byrjan í einari truplari støðu. Meðan kunning, ráðgeving og vegleiðing varð væl skipað av sentralum stovnum í okkara grannalondum, varð føroyska eldraøkið meir ella minni slept upp á fjall. Ongar vegleiðingar komu frá sentralum myndugleikum.
- Vit hava fyri neyðini at eftirmeta okkara heilsufakligu tilbúgving komandi tíðina. Landsstýrið hevur fyri stuttum sent lógaruppskot um nýtt fólkaheilsustýri til hoyringar. Vit seta okkara álit á, at eitt komandi heilsustýri fer at taka sær av nógvum at teimum uppgávum og skyldum, sum undir koronakreppuni ikki vórðu loystar av nøkrum myndugleika.
- Júst sum vit hildu, at nú líktist heimurin aftur sær sjálvum, vaknaðu vit upp til ein nýggjan veruleika: Kríggj í Evropa. Eitt kríggj sum á sama hátt sum korona kennist ófrættakent og óskiljandi. Nú er tað ein hóttan móti friði – ikki bert í okkara parti av heiminum, men um allan heim. Dagliga frætta vit um krígsbrotsverk, vanlagnu og flóttafólk. Og enn hómast eingin loysn á krígnum.
- Hesin sjónligi fíggindin kann tó ongantíð berjast á øllum mótum. Rakettir formáa sær ikki ímóti øllum – og tær vísa seg at leggja annað eftir seg enn bert oyðilegging.
- Neyðarrópini frá óseka ukrainska fólkinum vóru í grundini ikki serliga hvøll, áðrenn allur vesturheimurin beyð teimum inn. Og tað gera vit sjálvandi eisini her í Føroyum – vit kunnu og skulu ikki annað.
- Eins og við koronu standa vit í Føroyum við einari nýggjari avbjóðing – einari, ið vit ikki hava roynt áður. Vit skulu nú byggja loysnir, sum vit kanska ikki reiðiliga hava amboðini til frammanundan.
- Men eisini hesum koma vit at lofta. Vit mugu bert ikki vera bláoygd um, hvat hetta fer at krevja av okkum. Helst verður hetta ein størri uppgáva fyri okkum, enn korona vísti seg at blíva. Uppgávuna skulu vit nokk loysa. Men givið er, at hendan innbjóðing, ið vit hava sent neyðstøddum ukrainum og tann tíð, sum nú stendur okkum fyri framman, kann fara krevja eins nógv av okkum øllum sum tey bæði koronaárini.
- Kommunufelagið er í tøttum samstarvi við myndugleikarnar um, hvussu vit skulu samskipa hjálpina til tey flóttafólkini, sum longu eru komin og sum helst fara at koma í næstum. Hetta er ein humaniter vanlukka og ein risa avbjóðing hjá øllum vesturheiminum, har vit avgjørt skulu taka okkara lut til tess at hjálpa.
- Uppgávurnar hjá kommunala geiranum eru fjøltáttaðar, og virksemið hjá Kommunufelagnum endurspeglar í stóran mun hetta. Eg fari stutt at nevna nøkur av týdningarmestu málunum, sum hava verið aktuell seinasta árið og framhaldandi eru aktuell.
Bústaðarpolitikkur
- Eftir nógv ár við fráflyting á hvørjum ári, hava vit í Føroyum síðani 2014 upplivað eina árliga nettotilflyting. Hetta hevur seinnu árini merkt ein árligan fólkavøkstur á 700 til 800 fólk.
- Hetta hevur somuleiðis merkt, at vit hava fingið eitt munandi trýst á bústaðarmarknaðin.
- Flest øll eru á einum máli um, at avbjóðingarnar á bústaðarmarknaðinum eru samansettar, og einki einstakt amboð kann lofta samlaðu avbjóðingini. Tí er javnan kjak um tey amboð, sum kommunurnar hava at lofta avbjóðingunum, og tey amboð, sum enn kunnu setast í verk, um politisk undirtøka er fyri tí.
- Í 2021 fingu nøkur av hesum amboðum serliga umrøðu og viðgerð í Kommunufelagnum.
- Evnini, sum hava verið viðgjørd, eru m.a.:
- Avbjóðingin við tómum húsum
- Bústaðarskylda
- Eldrabústaðir
Tóm hús
- Talið av tómum húsum er rættiliga stórt, serliga uttan fyri miðstaðarøkið. Talan er um hús, ið ikki eru tøk til langtíðar útleigu, og sum tí eru at meta sum frítíðarhús. Eigarar eru ofta fólk, ið ikki eru skrásett at búgva í kommununi, og tey rinda tí ikki skatt har.
- Tøl vísa, at næstan 15% av sethúsunum uttanfyri Tórshavnar kommunu standa tóm. Í smáu kommununum standa vanliga millum 30 og 50% av húsunum tóm. Í Suðuroy stendur fimta hvørt hús tómt, og í Sandoy næstan triðja hvørt.
- Okkara tilmæli er, at kommunustýrið fær heimild at áleggja tænastugjald á tóm hús, men talan er um bert um eina heimild, sum kommunustýrið sjálvt kann velja at brúka ella lata vera við at brúka.
- Í brævi, dagfest 25. juni 2021, heitti Kommunufelagið á landsstýrismannin í fíggjarmálum um ein fund at umrøða avbjóðingina við tómum húsum. Hóast áheitanir hevur felagið enn onki veruligt hoyrt aftur úr Fíggjarmálaráðnum.
Bústaðarskylda
- Skrivstovan hjá Kommunufelagnum fær javnan fyrispurningar um, hvørjar møguleikar føroyskar kommunur hava fyri at áleggja bústaðarskyldu. Fyrispurningar koma bæði um verandi bústaðarøki og um ætlaðar útstykkingar, og felags fyri teir er, at kommunurnar antin ynskja ella forvitnast um bústaðarskyldu sum bústaðarpolitiskt amboð.
- Í Føroyum hava vit ongar lógarásetingar um bústaðarskyldu.
- Tí stendur tað sum útgangsstøði eigaranum av einum bústaði frítt, um bústaðurin verður nýttur til fastan bústað ella ikki. Eigarin kann heldur ikki krevjast at leiga bústaðin út, tí stendur honum eisini frítt at lata bústaðin standa tóman.
- Í 2022 er farið undir at kanna, hvussu bústaðarskylda kann ásetast í Føroyum. Endamálið er at greina bústaðarskyldu nærri sum hugtak, soleiðis at grundarlag er fyri einari politiskari viðgerð. Nú verður farið undir politisku viðgerðina av hesum í Kommunufelagnum.
Eldraíbúðir
- Í 2019 fingu kommunurnar heimild at seta á stovn eldraíbúðir at leiga út til borgarar, ið eru 60 ár og eldri. Higartil er ikki so nógv hent á økinum. Vit fara í næstum at greina nærri, hvørjar forðingarnar eru fyri, at kommunurnar gagnnýta hendan møguleikan.
Starvsfólkatrot
- Støðan á arbeiðsmarknaðinum hevur seinastu árini verið merkt av, at trot er á arbeiðsmegi. Eisini kommunurnar hava merkt til hetta, serliga á eldraøkinum og dagstovnaøkinum.
- Ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri aðalráðini og kommunurnar hevur júst lagt seinastu hond á eitt tilmæli hesum viðvíkjandi. Úrslitið av hesum arbeiði fara vit at hoyra nærri um seinni í dag.
Eftirmeting av eldraøkinum
- Eldraøkið varð lagt til kommunurnar tann 1. januar 2015. Í hesum sambandi varð ásett, at broytingarnar skuldu endurskoðast 5 ár eftir. Hendan eftirmetingin er nú gjørd.
Arbeiðið var skipað í tríggjar partar:
- Eftirmeting av tænastulógini
- Eftirmeting av samstarvslógini
- Eftirmeting av fíggingarleistinum
- Niðurstøðurnar vóru í stuttum, at kommunurnar sum heild liva upp til ásetingarnar í tænastulógini. Tó eru enn nakrir markamótstrupulleikar millum land og kommunur, sum partarnir eru samdir um at loysa.
- Ávísir trupulleikar hava eisini víst seg viðvíkjandi samstarvslógini. Eisini í hesum førum eru partarnir samdur um at tillaga lógina.
- Fíggjarleisturin hevur yvirskipað roynst væl higartil. Inntøkurnar hava higartil klárað at fylgt við útreiðslunum, men útlit eru fyri, at hetta ikki fer at halda áfram. Greitt er, at fíggingarleisturin má tillagast.
- Nøkur ítøkilig uppskot eru gjørd, og hesi eru eisini lýst í ársfrágreiðingini.
Óljóð frá skipum
- Málið um óljóð frá skipum setti sín dám á arbeiðið hjá Kommunufelagnum í 2021, eins og tað javnan hevur verið umrøtt í fjølmiðlunum
- Talan er um eitt mál, sum má sigast at vera sprottið úr áheitanum og klagum frá borgarum, sum leingi hava havt ampa av óljóði frá serliga størru havnaløgunum kring landið.
- Málið kom av álvara á politiska breddan í 2020, tá ið táverandi landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum hevði í hyggju at áseta reglur um óljóð í kunngerð.
- Kommunurnar viðgjørdu uppskotið gjølla, og komu skjótt ásamt um, at tann leistur, sum lagt varð upp til, ikki var møguligur at umsita.
- Millum kommunurnar var eisini eitt greitt ynski um at áseta egnar reglur fyri egin øki. Í hesum sambandi gjørdist skjótt greitt, at neyðugt var at arbeiða við einum felags leisti fyri allar kommunur. Samstundis varð greitt, at eitt fakliga grundað fyrireikandi arbeiði mátti gerast, áðrenn felags ásetingarnar kundu orðast endaliga.
- Miðskeiðis í 2021 var tí farið undir at gera ljóðmátingar kring landið. Mátingarnar vórðu gjørdar við framkomnari útgerð og eftir viðurkendum leisti við hjálp frá uttanveltaðum serfrøðingi.
- Úrslitið av hesum arbeiði var ein felagskommunal reglugerð um óljóð á skipum.
- Reglugerðin byggir á úrslitini frá tilsamans 273 ljóðmátingum í havnum, í bústaðarøkjum og inni í bústøðum kring landið.
- Fyri Kommunufelagið hevur okkara havnarnetverk staðið fyri arbeiðinum við reglugerðini. Í netverkinum eru umboð fyri allar stóru (ídnaðar)havnirnar í Føroyum og skrivstovuna hjá Kommunufelagnum.
- Fyrsta eftirmetingin av reglugerðini verður í seinasta lagi 31. januar 2023, og hon verður skipað saman við Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, sum er avvarðandi landsmyndugleiki á økinum.
Semjuskjal um bygnaðin á elorkuøkinum undirskrivað
- Tann 23. mars skrivaðu samráðingarnevndin umboðandi eigararnar av SEV og landsstýrismaðurin í orkumálum, Magnus Rasmussen, undir semju um bygnaðin á elorkuøkinum frameftir.
- Samráðingarnevndin var mannað við formansskapinum í Kommunufelagnum og nevndarformanninum í SEV.
- Samráðingarnevndin var einmælt vald á eykaaðalfundi hjá SEV hin 26. november 2021.
- Tilgongdin fram til semjuna hevur verið sera drúgv, men 4. mars varð semjan umrødd á borgarstjórafundi, og á eykaaðalfundi hjá SEV hin 16. mars í ár tóku 64 atkvøður undir við semjuni; tríggjar vóru ímóti, meðan ein var blonk.
- Við semjuni vónar felagið, at neyðugu karmarnar um framtíðar útbygging av elorkuøkinum í Føroyum eru staðfestir.
- Semjan snýr seg í stuttum um hesar tættir:
- Høvuðsbulurin er, at SEV frameftir skal eiga, reka og hava kervisábyrgdina fyri føroysku elskipanini. Kervið umfatar eisini eitt komandi pumpuverk í Vestmanna.
- Viðvíkjandi varandi orkuframleiðslu (vindur, sjóvarfall o.s.fr.) varðveitir SEV rættin til at bjóða á jøvnum føti við aðrar fyritøkur á marknaðinum. Einasta treytin er, at SEV leggur hendan partin av varandi framleiðsluni í eitt dótturfelag við egnari skipan og manning.
- Staðfest verður í semjuni, at orkumyndugleikin og SEV semjast um útboð av verkum við varandi orku, soleiðis at útboð og útbygging av elskipanini í framtíðini ganga hond í hond.
- Ongin endalig niðurstøða er um sølupartin, men partarnir eru kortini samdir um at seta ein bólk við tveimum umboðum fyri hvønn partin at kanna, hvussu ein marknaður í søluliðnum kann skipast á einfaldan og ódýran hátt. Hendan kanningin skal vera liðug í 2023.
- Við semjuni eru fortreytir settar fyri, at orkumyndugleikin og lutafelagið SEV frameftir kunna samstarva væl og álitisfult um at fremja grøna orkuskiftið.
- Nú er eisini klárt hjá sokallaða eftirmetingarbólkinum at halda áfram við sínum arbeiði. Á eykaaðalfundi hjá SEV 19. februar 2021 varð samtykt, at bygnaðurin í orkufelagsskapinum SEV skuldi eftirmetast.
- At standa fyri hesum valdi eykaaðalfundin fimm borgarstjórar og nevndarformaðurin fyri SEV. Arbeiðið hjá bólkinum hevur at kalla ligið stilt, tí mann metti, at ein yvirskipað semja um elorkubygnaðin átti at koma í fyrstu rekkju og somuleiðis var ein fyritreyt fyri, at innanhýsis eftirmetingin av SEV yvirhøvur kundi gerast.
AT ENDA
- Kommunurnar eru fjølbroyttar og hava sera ymiskar fyritreytir, og í einum felagsskapi sum okkara, her kommunur skulu virka saman, finnast sjálvsagt eisini ósemjur.
- Hetta ber boð um eitt virkið fólkaræði. Men í einum fólkaræði byggir alt grundarlag á semjur, eingin fær allan sín vilja ígjøgnum. Men saman standa vit sterkari, og hava vit í Kommunufelagnum eina felags støðu og eina felags fatan, so er lítil ivi um, at okkara sjónarmið eisini vinna frama bæði í almenninginum og í mun til landspolitisku skipanina.
- Hetta hava vit farna árið prógvað við teimum semjum, sum eru gjørdar, eitt nú á elorkuøkinum og viðvíkjandi óljóði frá skipum.
- Størsta avbjóðingin er inneftir: At skapa ein felagsskap, sum allar kommunur kenna seg aftur í og kenna seg at hoyra til. Tað er av størsta týdningi, at vit støðugt seta orð á ymiskleikarnar, at vit tora at viðurkenna og umrøða teir – og at vit gera tað innanhýsis. Tí bert tá ber til at skapa tann felags grundvøllin, sum skal flyta okkum saman fram á leið.
- Allur heimurin stendur fyri stórum avbjóðingum. Tað verða uttan iva nógvir brotasjógvar komandi árini. Viðurskiftini í sambandi við kríggið millum Ukraina og Russland gera ikki avbjóðingarnar minni, og framtíðarútlitini kunna tykjast døpur. Hetta eru viðurskifti, sum vit hava millum lítla og onga ávirkan á, og samanborið við tey, kunnu okkara innanhýsis trupulleikar í Føroyum tykjast meiningsleysir.
- Men “alt byrjar her við mær og tær hvønn nývaknaðan dag,” syngur Kári P, og vit kunnu ikki gera so nógv annað sum samfelag, sum kommuna ella sum einstaklingar, enn at sýna hjartarúm og hjálpsemi mótvegis teimum, sum líða neyð, og taka væl ímóti teimum flóttafólkum, sum sannlíkt fara at koma hendanveg komandi tíðina.
- Vit standa við einari stórari avbjóðing – einari, ið vit ikki hava roynt áður, men eisini hesa ferð fara vit í sterkum felagsskapi at finna røttu loysnirnar, segði Heðin Mortensen at enda í røðu síni til aðalfundin hjá Kommunufelagnum nú seinnapartin.



