Tíðindi - 11. juni 2025

Kongshjúnini komin til Havnar

29198F9f 2Ed5 4C0b A861 840F88dc08f3

Beint fyri klokkan 10 legði Dannebrog at við Bursatanga, og Fríðrikur kongur og Mary drotning komu í land í Havn, fyri fyrstu ferð sum kongur og drotning. Við teimum er eisini Josephine prinsessa.

Fyri teimum á bryggjuni stóðu Aksel V. Johannesen, løgmaður, Lene Moyell Johansen, ríkisumboð, og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og við føroyskum og donskum fløggum heilsaði ein stór mannfjøld kongshjúnunum vælkomnum.

Skráin fyri dagin hjá kongshjúnunum sær soleiðis út:

Kl. 09.45 Kongsskipið Dannebrog leggur at á Bursatanga

Kl. 10.00 Kongshjúnini fara í land. Almenn móttøka, har løgmaður heldur røðu.

Kl. 10.20 Spákað verður til Tinganes.

Kl. 10.30 Løgmaður er vertur fyri móttøku og kongshjúnini hitta landsstýrið.

Kl. 11.05 Spákað verður til Løgtingið.

Kl. 11.15 Móttøka í Løgtinginum, har kongshjúnini hitta formansskap Løgtingsins og tinglimir.

Kl. 12.00 Spákað verður til trappuna í Vágsbotni, har Tórshavnar kommuna hevur almenna móttøku. Býráðið verður navnkent, og borgarstjórin heldur røðu.

Kl. 12.45 Borgarstjórin er vertur fyri miðmála á Hotel Hafnia.

Kl. 14.20 Vitjað verður við Tjarnir, har dentur verður lagdur á føroyskan hondbólt.

H.H. Kongurin

Kl. 15.35 Kongur vitjar endurvenjingarstovnin URD. Greitt verður frá um URD og kongur hittir fólk, sum eru til endurvenjing.

H.H. Drotningin

Kl. 15.45 Drotningin vitjar Glyvra Skúla, har greitt verður frá um verkætlanina Betri vinir.

Kl. 19.00 Løgmaður er vertur fyri veitsludøgurða á Hotel Føroyum.